Pitsa í stoypijarnsgrýtu
Matur
Pitsa í stoypijarnsgrýtu
Gloym alt um eina frystipitsu ella eina keypta pitsu frá tínum lokala pitsustaði – tað er so lætt og eyka lekkurt at baka sína egnu pitsu, og tá tú gert tað í stoypijarnsgrýtu, so er vist, at útslitið smakkar av meira – botnurin er broyskin, luftvorðin og lekkur.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Mariu Poulsen Búnýti 26.10.2022

4 pitsur

Tilfar
20 g av geri
3,5 dl av flógvum vatni
1 tsk av sukri
1,5 tsk av salti
2 ssk av olivinolju
500 g av mjøli

Soleiðis gert tú
Lat alt tilfarið í eina rørimaskinu og elt saman í umleið 5 minuttir – um tú ikki hevur eina rørimaskinu, so kanst tú elta væl við hondunum.
Lat ganga í 45-60 minuttir.
Set ovnin á 250 stig. Set grýtuna í ovnin uttan lok og lat hana blíva gjøgnumhitaða.
Tak heitu grýtuna úr ovninum, stroy eitt sindur av durummjøli í botnin.
Forma botnin á borðinum. Tak grýtuna úr ovninum og legg botnin varliga í grýtuna. Legg síðan fyllu á.
Baka á 275 stigum í umleið 10-15 minuttir.

Fylla
Tú kanst brúka júst ta fyllu, tær dámar allarbest, men legg ikki ov nógv á, so pitsan verður ov vát.
Vit hava brúkt:
Góða pitsusós (vit viðmæla “Pizzasauce” frá Mutti, sum fæst í flestu matvøruhandlum)
Vit gjørdu tvær ymiskar pitsur:
Eina við tomatsós, skinku, frískum soppum, frískum mozzarella osti og frískum oregano. Og eina við tomatsós, cheddar, chorizo og frískum oregano.

Visti tú …

At stoypijarnsgrýturnar hjá Le Creuset eru gjørdar úr 85 % endurnýtslutilfari, og so eru tær slitsterkar og halda aloftast alt lívið. Tær kunnu nýtast til bæði at gera pitsu, gera alt-í-eina-grýtu rættir, smákókaðar rættir og til at baka breyð - eitt breyð, bakað í einari Le Creuset, er fantastiskt – skorpan er tunn, broyskin og eitt sindur seig, og so er breyðið saftmikið innaní.

Grýturnar fáast í ymsum sniðum og støddum – og nógvir ymiskir litir eru eisini. Hjá Mariu Poulsen Búnýti ber til at bíleggja júst tann litin, tær dámar best.

Sí úrvælið her!