Pitsa við eplum og serranoskinku
Matur
Skal tað vera skjótt og lætt við lekkrari og lættari heimagjørdari pitsu í kvøld?
Eftir: Johanne Grove Lundgaard Mynd Amy Hansen 30.08.2021

3 pitsur

Tú skalt brúka:
25 g av geri
3 ssk av olivenolju
1 tsk av salti
3 dl av flógvum vatni
150 g av tipo 00 (durummjøli)
300-400 g av hveitimjøli

150 g av artiskokkhjørtum
10 ssk av olivenolju
4 ssk av súrróma, 18%
2 tsk av havsalti
Nýmalið svart pipar

Fylla:
150 g av búffmozzarella
240 g av artiskokkhjørtum
75 g av parmesanosti
3 nevar av rukola
4 stór epli

Soleiðis gert tú:
Blanda ger, flótt vatn og olivenolju í eini skál. Elt mjøl og salt í. Fyrst tipo 00 og síðani hveitimjøl - eitt sindur í senn. 

Lat deiggið ganga í 30 min.

Blenda artiskokkhjørtu við súrróma, olivinolju, salti og pipari.
Sker mozzarellaostin í tunnar flísar. Sker eplini í so tunnar flísar, sum gjørligt (gjarna við mandolinjarni.)

Set ovnin á 250 stig heitluft.

Být deiggið í tríggjar partar, forma til rundar bollar og rulla so tunt, sum gjørligt.

Smyr artiskokkkremið á. Síðani eplini, ríkiligt av nýmalnum svørtum pipari og havsalti. Legg síðani artiskokkhjørtu í flísum á og at enda mozzarellaost.

Set pitsurnar í ovnin í umleið 15 minuttir, til kanturin hevur fingið lit og mozzarellaosturin byrjar at brúnkast.

Beint tá pitsurnar koma úr ovninum, leggur tú serranoskinku á og rívur parmasanostin yvir. Síðani leggur tú ein neva av rukola á hvørja pitsu. Njót beinavegin.




Viðkomandi greinar