Rabarbubrús
Matur
Rabarbubrús
Tað er nú tær eru her - tær frískligu, reyðu rabarburnar sum smakka so frálíkt serliga í søta køkinum. Vit geva tær her uppskriftina til summarsligt rabarbubrús.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 01.07.2023

6-8 gløs

Tilfar
300 g av rabarbum (allarhelst vínrabarbur ella jarðberrabarbur)
½ litur av vatni
235 g av sukri
1 tsk av vaniljusukrri

+
Ísterningar
sitrónflísar
Mynta
Brúsvatn

Prei! Skift brúsvatnið út við crémant, tá tey vaksnu skulu hugna sær – ella tær manglar ein vælkomudrykk.

Soleiðis gert tú
Sker rabarburnar í flísar, legg tær í eina grýtu saman við vatni, sukri og vaniljusukri.
Kóka rabarburnar í 10 minuttir, og lat tær síðan standa og trekkja í grýtuni í 10 minutitr.
Síla saftina frá og goym hana í einari fløsku við loki – set kalt.
Borðreið: Fyll gløsini við ísterningum, einari sitrónflís og einum myntustelki í hvørt glas. Blanda rabarbubrúsið helvt um helvt rabarbusaft og brúsvatn – fyll í gløsini. Njót beinanvegin.




Viðkomandi greinar