Rabarbudessert við morli og marengs
Matur

Rabarbudessert við morli og marengs

Rabarburnar í havanum eru skjótt klárar aftur, ella kanska tú eigur nakrar í frystaranum? Hendan lekkra rabarbudessertin kann í hvussu so er viðmælast, hon hevur eina góða javnvág millum tað søta og tað frískliga.
Eftir: Johanne Grove Lundgaard / Mynd Amy Hansen 10.12.2020

Til 8 fólk 

TILFAR

Rabarbukompott:

500 g av frystum rabarbum (brúkar tú nýggjar rabarbur, so skal 1/2 dl av vatni í)

120 g av sukri

1 vaniljustong - korn og stong

Morl:

100 g av havragrýni

30 g av hakkaðum heslinøtum

100 g av hveitimjøli

130 g av smøri

100 g av sukri

Marengs:

2,5 eggjahvítar

80 g av sukri

50 g av florsukri

1 stong av vanilju

SOLEIÐIS GERT TÚ

Set ovnin á 150 stig.

Skava vaniljukornini úr báðum stongunum - blanda kornini úr aðari við 120 g av sukri og hinari við 80 g av sukri. Set tey 80 g til viks.

Blanda rabarbur og 120 g av vaniljusukri saman í einum eldføstum fati. Legg tómu vaniljustengurnar í. Baka í umleið 1 tíma, til rabarburnar eru væl bakaðar. rør í av og á.

Ímeðan blandar tú tilfarið til morlið. Hakka heslinøtirnar og blanda við havragrýni, hveitimjøli, sukri og smøri - skorið í bitar. Elt saman, til smørið er blandað í.

Tá rabarbukompottið er klárt, tekur tú fatið úr ovninum og skrúvar upp til 180 stig. Tak vaniljustengurnar úr fatinum og legg varisliga morlið omaná. Baka nú í 30 minuttir, tá ovnurin er vorðin 180 stig heitur. Morlið má gjarna fáa ein gyltan ljósan lit.

Meðan morlið bakar, verður marengsið gjørt. Píska eggjahvítar, til teir eru næstan stívir. Píska tey 80 g av vaniljusukri í og píska, til marengsið kann standa sjálvt. Lat florsukur í og píska stutt fyri at blanda tað í.

Fyll marengs í ein sproytuposa. Tá morlið er bakað og gylt, verður fatið tikið úr ovninum og marengsið sproytað javnt omaná. Set ovnin á grill og set fatið inn aftur. Hesa ferð bara í 5-10 min. Ansa væl eftir, marengsið skal bara bakast, soleiðis at tað fær eitt sindur av brúnum liti.

Køkan kann etast bæði heit og køld.