
Matur
Rabarbumorl við havragrýni
Søtt, súrt og broyski á toppinum - hetta lekra rabarbumorlið má roynast.
325 g av rabarbum
75 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
1 tsk av eplamjøli (ikki neyðugt, um tú brúkar nýtiknar rabarbur, sum ikki hava verið frystar)
Soleiðis gert tú
Sker rabarburnar í smáar bitar umleið 2-3 cm. Vend rabarburnar í sukri, vaniljusukri og eplamjøli – legg síðan í eitt hóskandi fat, sum tolir at fara í ovnin.
Morl
1 dl av grovum havragrýni
1 dl av mjøli
60 g av rørsukri
80 g køldum smør
Soleiðis gert tú
Sker smørið í smáar bitar og elt síðan alt tilfarið saman. Morla síðan deiggið omanyvir rabarburnar, soleiðis at tað dekkar tær.
Baka í 30-35 minuttir á 190 gradum í vanligum ovni.
Prei
Borðreið við lættpískaðum róma, súrróma ella vaniljuísi.