
Ræstkjøtsburgari við kálsalati og súltaðum leyki
Til 8 fólk
TILFAR
Burgarabolli
25 g av geri
3 dl av flógvum vatni
3 ssk av olivinolju
1 ssk av sukri
1 tsk av salti
1 egg
Umleið 300 g av hveitimjøli
100 g av grahamsmjøli
1,5 kg av røstum kjøti
Eitt sindur av rótsellaríi
1 gularót
1 leyk
2 hvítleykir
1/2 pott av rósmarin
1 l av vatni
Legg til merkis: Kjøtið skal steikjast í 10 tímar við 110 stigum.
Kryddbland til kjøtið
2 ssk av salti
2 ssk av spísskumman
1/2 tsk av kaneli
1 dism av nelikum
1/2 tsk av ingiferi
2 ssk av sukri
Eitt sindur av olju
Súltaður leykur
3 reyðleykir
3 dl av ediki
3 dl av vatni
3 dl av sukri
Eitt sindur av turkaðum ella frískum kili
Kálsalat
1 dl av súrróma 18%
3 dl av góðari majonesu við eggi (t.d.Hellmans)
2 tsk av sukri
2 ssk av súrplaediki
2 ssk av dijonsinopi
2 tsk av salti
Nýmalið svart pipar
5 gularøtur
300 g av hvítkáli
2 stórar nevar av persillu
SOLEIÐIS GERT TÚ
Kryddbland: Smyr kryddblandið á ræsta kjøtið. Legg rótsellarí, gularøtur, leyk, hvítleyk, rósmarin og vatn í eitt eldfast fat. Legg kjøtið, soleiðis at helvtin liggur í vatni og helvtin er úr vatninum.
Set í ovnin við 110 stigum í 10 tímar. Um tað ber til, so oys av og á vætuna í fatinum yvir kjøtið.
Burgarabollar: Morla gerina í eina skál og stoyt flógva vatnið yvir. Píska, til gerin er heilt upployst. Blanda olivinolju og egg í og píska saman. Síðani grahamsmjøl, sukur og salt, og at enda eltir tú hveitimjølið í – eitt sindur í senn, til deiggið er smidligt – og hvørki ov turt ella vátt. Elt deiggið væl.
Set deiggið at ganga til dupulta stødd. Ger 8 bollar, trýst teir rættiliga flatar, pensla við samanpískaðum eggi og stroy eitt sindur av havsalti í eggið.
Lat bollarnar aftur ganga í umleið 30 minuttir, meðan ovnurin hitar. Baka við 200 stigum í 10-12 minuttir.
Súltaður leykur: Sker reyðleykin til súltaða reyðleykin í flísar, uml. 0,5-1 cm tjúkkar. Fá restina av tilfarinum upp á kók. Legg leykin í lakan og stoyt alt í eina skál. Leykurin skal vera undir í lakanum. Legg kanska eitt petti av bakipappíri omaná – ikki lok, tí so verður leykurin ov nógv "kókaður".
Blanda súrróma, majonesu, sukur, súreplaedik, dijonsinop, salt og pipar saman. Sker hvítkálið smátt og rív gularøturnar. Hakka persilluna smátt. Blanda alt saman.
Tak kjøtið úr ovninum, lat gjarna kólna eitt sindur, og royt tað so sundur.
Síla lakan og kóka hann inn við 1 ssk av sukri, 1 ssk av dijonsinopi og eitt sindur av cayennepipari. Kóka, til lakin er tjúkkur sum siropur. Blanda kjøtið í lakan og smakka til við salti, pipari og spísskumman.
Tá ið burgararnir skulu etast, smyrt tú fyrst eina ssk av dijonsinopi á ovara burgarabollan. Legg kálsalat á niðara bollan, síðani ræst kjøt og tak at enda leykin úr lakanum og legg á.