Rocky road ostakøka
Matur
Rocky road ostakøka
Skalt tú halda føðingardag, bindiklubba ella hava gestir til sunnudagskaffi, so er hevur hendan ostakøkan heilt víst uppiborið eitt pláss á borðinum. Botnurin er gjørdur við sjokulátu, Minieggs, smøri og keksum og ostakremi er við bláberum og vanilju.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 31.10.2025

Skalt tú halda føðingardag, bindiklubba ella hava gestir til sunnudagskaffi, so er hevur hendan ostakøkan heilt víst uppiborið eitt pláss á borðinum. Botnurin er gjørdur við sjokulátu, Minieggs, smøri og keksum og ostakremi er við bláberum og vanilju. 

Botnur
100 g av Mini eggs frá Cadbury
200 g av digestive keksum 
100 g av smøri
80 g av Dairy Milk frá Cadbury 

 

Soleiðis gert tú:
Knús keskirnar grovt. Knús Mini eggs grovt. Smelta smør og sjokulátu við lágum hita. Blanda sjokulátusmørið saman við keksunum, og rør síðan knúst Mini eggs í. Set ein springform 20 cm beinleiðis á eitt køkufat. Trýst blandið beinleiðis á køkufati - set kalt í minsta lagi í ein tíma. 

 

Bláberja ostakrem
Saft frá hálvari sitrón
150 g av frystum bláberum
100 g av florsukri
250 g av rómaosti 
2 dl av róma
100 g súrróma (18 %)
4 límbløð (husblas) 

 

Soleiðis gert tú:
Stoyt bláber, sitrónsaft og flormelis í eina grýtu, lat kóka upp, meðan tú rørir í grýtuni. Tá beruni eru bleyt, og alt er smeltað saman, blenda so til puré. Kroyst vatnið frá límbløðunum og rør tey í heita bláberjapuréið. 

Rør súrróma og rómaost saman í einari skál. Píska róman stívan og rør hann saman við rómaostablandinum. Stoyt varliga bláberjapuréið í ostablandið og rør tað saman.  

Stoy bláberja ostakermið á botnin og set kalt í ein tíma. 

 

Rómaostakrem
250 g av rómaosti 
2 dl av róma
100 g súrróma (18 %)
65 g av flormelisi
1 tsk av vaniljusukri
2 límbløð (husblas) 

 

Soleiðis gert tú:
Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir. Píska rómaostin saman við vaniljusukri og flormelisi í einari skál. Píska róman í einari aðrari skál. Blanda pískaða róman við rómaostakreminum. Kroyst vatnið úr límbløðunum og rør tey í 2 ssk av rómaostakremi. Rør nú saman við restini av rómaostakreminum, so alt verður væl blandað. Stoyt varliga útyvir bláberja ostakremið. Set kalt í minsta lagi í 5 tímar – helst yvir nátt. 

 

Pynta ostakøkuna við 
Mini Eggs
Brotnum Digestive keksum
Smeltaðari Dairy Milk frá Cadbury
Bitar av Cadbury
Marengstoppar