Rocky road við knasandi kavabóltum
Matur
Rocky road við knasandi kavabóltum
Jól og heimahugni við onkrum søtum ganga hond í hond - vit geva tær her eina lætta og leskiliga uuppskrrift til rrocky road.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 06.12.2022

Rocky road

Tilfar

50 g av smáum skúmgæti
300 g av mjólkarsjokulátu frá Cadbury
50 g av myrkari sjokulátu
100 g av Snow Balls frá Cadbury
60 g av Parisaralinsum
2 dl av Rice Krispies
¼ tsk av flakasalti

Soleiðis gert tú
Hakka sjokulátuna og smelta hana í vatnbaði.
Hakka Parisaralinsur og Snow Balls grovt.
Blanda Parisaralinsur, skúmgæti, Rice Krispies, Snow Balls og flakasalt í smeltaðu sjokulátuna.
Legg bakipappír í ein breyðform, stoyt sjokulátublandið í – javna toppin við baksíðuni av einari skeið.
Set kalt í minsta lagi í 2 tímar.
Sker í hóskandi bitar. Goym í einari lufttættari dós í køliskápinum.




Viðkomandi greinar