Røst súlta á rugbreyðskipsi við ribskompotti
Matur
Røst súlta á rugbreyðskipsi við ribskompotti
Ein øðrvísi háttur at borðreiða við røstum – men sum tað smakkar væl
Eftir: 21.12.2023

Rugbreyðskips

Tilfar
6 flísar av grovum rugbreyði
Olivinolju
Havsalt

Soleiðis gert tú
Brúka helst daggamalt rugbreyð, sum er lætt at skera í penar, tunnar flísar.
Sker flísarnar í helvt og legg á eina plátu, klædda við bakipappíri, pensla breyðið við olivinolju og stroy havsalt á. Baka við 175 stigum í 10-15 minuttir, til breyðið hevur fingið lit og er blivið broyskið. Legg á eina rist at kólna.

Ribskompott

Tilfar
250 g av frískum berum
50 g av sukri
Salt og pipar
2 ssk av hvítvínsediki ella lager-ediki

Soleiðis gert tú
Kóka alt saman í umleið 10 minuttir, til eitt sindur av vætuni er dampað burtur og lat kólna.

Røst súlta

(gott at gera dagin fyri)

Tilfar
At kóka
1,5 kg av røstum kjøti við beini og feitti
10 lavrberjabløð
3 g av malnum pipari
20 g av salti
1 dl av lager-ediki

Til súltuna
500 g av røstum kjøti 
500 g av røstum soði
5 límbløð

Soleiðis gert tú
Kóka ræsta kjøtið við lavrberjabløðum, pipari, salti og ediki í 1,5 tíma til kjøtið er moyrt.
Legg límbløðini á blot í køldum vatni.
Tak kjøtið upp úr grýtuni og pilka kjøtið frá feittið og beini, sker penasta kjøtið í bitar og ála restina sundur. Legg kjøtið í ein rugbreyðsform. Stoyt 500 g av soði í eina lítla grýtu, smakka til við salti og pipari. Lat soðið kóka upp og rør bloyttu límbløðini í. Stoyt hetta yvir ræsta kjøtið og pynta við lavrberjum.
Set kalt í minst 5 tímar ella til súltan hevur sett seg.
Nú er klárt at skera í pen stykki og leggja á rugbreyðskips við ribskompott og pynta við skógsýru.




Viðkomandi greinar