Royn ein nýggjan rætt við lambskjøti - indisk lambsgrýta við blómkáli og linsum
Matur
Royn ein nýggjan rætt við lambskjøti - indisk lambsgrýta við blómkáli og linsum
Mmmmm... maturin smákókar í grýtuni í tímavís og spreiðir góðan anga í køkinum, og tá maturin er komin í grýtuna, so passar døgurðin nærum seg sjálvan, til klárt er at seta á borðið. Og so er bara at njóta avbera góða smakkin og moyra kjøtið
Eftir: Johanne Grove Lundgaard Mynd Amy Hansen 03.02.2024

8 fólk

Tilfar
1 lambsbógvur á umleið 2 kg
2 reyðleykir
1 squash
1 kili
2 leykir
6 cm av ingiferi
4 bátar av hvítleyki
2 ssk av kumman
3 ssk av karri
1 ssk av gurkumaiu
1 ssk spísskumman
3 ssk av grovum salti
1 blikk av kokusmjólk
3 l av vatni
4 dl av reyðum linsum
1/2 blómkál
1 pott av myntu
1 pott av deymkorru

Rís

Soleiðis gert tú
Brúnka lambsbógvin væl í eini grýtu. Hetta kann eisini gerast í ovni, um tú ikki eigur eina nóg stóra grýtu (220 stig í uml 10 min).
Hakka reyðleyk og hvítleyk grovt. Sker squash í stórar bitar. Sker kili sundur, tak kjarnur úr og hakka smátt. Rív ingiferið fínt (um ingiferið er vistfrøðiligt, kanst tú skola tað væl og eisini ríva skalið, sum hevur nógvan smakk). Brúnka alt grønmeti og øll kyddarí stutt í grýtuni. Stoyt vatn og kokusmjólk í. Lat kóka upp og síðani simra við lágum hita í umleið 3-4 tímar - til lambsbógvurin er moyrur. Um vætan ikki fjalir bógvin, má hann vendast av og á, so hann verður javnt kókaður.

Prei: Fært tú ikki lokið á grýtuna, tí beinið á bógnum er fyri, ber til at leggja film um, so tað verður tætt. Minst bara til, at sera heitur dampur kemur úr, tá filmurin verður tikin burtur.

Sker blómkálið í smá tyssi. Tak bógvin úr grýtuni, tá hann er moyrur og pilka kjøtið av beininum. Legg blómkál og linsur í grýtuna og lat kóka í uml. 20-30 min. Legg síðani kjøtið í aftur grýtuna og kóka alt saman í uml. 3 min. Hakka myntu og deymkorru og stroy yvir rættin, tá tú borðreiður. Hav rís afturvið.




Viðkomandi greinar