Salat, sum metta
Matur

Salat, sum metta

Her fært tú uppskriftir til løtt og lekkur salat, sum metta og tí hóska serliga væl sum høvuðsmáltíð.
Eftir: 27.12.2020

Salat við serranoskinku og hálvturkaðum tomatum

Til 4 fólk

Tilfar:

100 g av rukolasalati

2 búffil-mozzarellaostar

200 g av serranoskinku

400 g av jarðkneysum

250 g av cherrytomatum

2 bátar av hvítleyki

2 kvistar av timiani

200 g av balsamico

75 g av hunangi

75 g av bókhveitikjarnum

Salt og pipar

Olivinolju

Soleiðis gert tú:

Hita ovnin til 200 stig heitluft, legg heilar flísar av serranoskinku á bakipappír og baka í 8-9 min., til skinkan er broyskin.

Skola og skrubba jarðkneysarnar væl, ikki er neyðugt at flysa teir. Sker í avlong, stór stykki og baka í ovninum við eitt sindur av olivinolju, salti og pipari á 200 stigum heitluft í umleið 25-30 minuttir, til jarðkneysarnir eru vorðnir broysknir og hava fingið eitt sindur av liti.

Sker cherrytomatir í helvt og legg tær á bakipappír saman við fíntskornum hvítleyki, salti og pipari. Hakka timian grovt og stroy yvir. Baka við 150 stigum heitluft í 40-45 min. Lat kólna.

Kóka balsamico og hunang saman til hálva nøgd og lat kólna.

Rista bókhveitikjarnurnar á eini pannu, til tær eru broysknar.

Blanda nú salatið saman – enda við at stroya bókhveitikjarnur omaná og legg broysknu skinkuna tilvildarligt í salatið.

---

Litríkt salat við hokkaido graskeri

Til 4 fólk

Tilfar:

150 g av frískum grønkáli

1 granatepli

50 g av persillu (breið bløð)

2 avokado

300 g av perluspelti

1 hokkaido grasker

1 tsk av karry

2 kvistar av skornum rósmarini

100 g av sólblómukjarnum

20 g av hunangi

Salt og pipar

Olivinolju

Soleiðis gert tú:

Skola perluspeltið við køldum vatni og kóka tað í lættsaltaðum vatni.

Skola og skrubba hokkaido graskerið væl. Ikki er neyðugt at flysa tað. Sker graskerið í tjúkkar flísar, legg á bakipappír, smurt við olivinolju, stroy salt, pipar, karry og stroy tað skorna rósmarinið yvir. Baka við 220 stigum heitluft í umleið 20-25 min, til graskerið hevur fingið eitt sindur av liti og er moyrt.

Rista sólblómukjarnurnar á eini pannu við miðal hita í eitt sindur av olivinolju, til tær eru blivnar gyltar. Blanda nú hunang og væl av fínum salti í. Steik kjarnurnar, til liturin er sum gylt karamell. Legg tær heitu sólblómukjarnurnar á eitt stykki av bakipappíri, lat tær kólna. Blanda salatið og stroy til síðst sólblómukjarnur yvir salatið.

Sitróndressingur

Tilfar:

75 g av olivinolju

Saft úr 1/2 sitrón

20 g av akasiuhunangi

1 tsk av knústum rósinpipari

Salt

Soleiðis gert tú:

Blanda alt tilfarið væl saman. Blanda dressingin í salatið.

---

Bønusalat við krabbahala

Til 4 fólk:

Tilfar:

200 g av hvítum bønum

200 g av edamamebønum

400 g av krabbahala

200 g av reyðrót

50 g av frískari dild

100 g av feldsalati

20 g av frystum havtyrni

50 g av ristaðum pinjukjarnum

Eitt sindur av sitrónsaft

Salt

Eitt sindur av nigellafræi

Soleiðis gert tú:

Kóka hvítu bønirnar moyrar í lættsaltaðum vatni. Skola tær við køldum vatni.

Rív reyðrøturnar fínt og legg í kalt vatn við eitt sindur av sitrónsaft, so tær eru kaldar og broysknar, tá salatið skal etast.

Rista pinjukjarnurnar á turrari pannu, til tær hava fingið lit. Legg tær á bakipappír at kólna.

Blanda salatið og stroy pinjukjarnurnar á salatið.

Havtyrnadressingur

Tilfar

200 g av súrróma 18%

30 g av frystum havtyrni

10 g av frískari sitrónsaft

Eitt sindur av rivnum sitrónskali

10 g av olivinolju

Salt og pipar

Soleiðis gert tú:

Blenda alt saman og set kalt. Borðreið við dressinginum við síðuna av salatinum.

---

Pastusalat við grønum pesto og rótum

Til 4 fólk:

Tilfar:

400 g av pastu

100 g av babyspinati

200 g av kikkertrum

100 g av mozzarellakúlum

400 g av gulum reyðrótum ella vanligum reyðrótum

Salt og pipar

Soleiðis gert tú:

Kóka pastuna í lættsaltaðum vatni og køl við køldum vatni fyri at steðga kókingini. Stoyt vatnið av kikkertrunum.

Stroy salt og pipar á røturnar og steik tær við 200 stigum í 20-25 min, til tær eru moyrar og hava fingið lit. Lat kólna.

Blanda alt saman.

Grønt pesto

Tilfar

200 g av spinati

60 g av persillu (breið bløð)

200 g av olivinolju

30 g av parmesanosti

30 g av mandlum

Salt og peber

1 bát av hvítleyki

Soleiðis gert tú:

Blenda spinat, persillu og olivinolju væl. Stoyt parmesanost, mandlur, salt, pipar og hvítleyk í og blenda aftur. Vend lidnu pestoina í pastusalatið.