
Nú váttar Sissal Jóhanna Norðberg tíðindini, sum fleiri miðlar, millum annað Kvinna, bóru fyrr í summar. Hon skal luttaka á størsta dansigólvinum í Danmark í komandi og seinastu sesong av "Vild med dans" á TV 2 í heyst.
Sissal Jóhanna Norðberg skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga:
"Jeg kan endelig løfte sløret for, at jeg skal være med i den aller sidste sæson af Vild Med Dans! Det er helt surrealistisk og en kæmpe ære at være en del af et program, som jeg hver fredag fulgte trofast fra sofaen sammen med min familie gennem hele min barndom.
Jeg har ovenikøbet fået den mest fantastiske partner og jeg kan slet ikke vente med at vise jer, hvad de her gamle stænger kan… eller ikke kan. What a ride it’s gonna be!
PS. pls giv mig mere end to stemmer hver fredag"
Tá 22. sesong av "Vild med dan"s hevur permieru 26. september, verða fleiri kend andlit at síggja á skíggjanum. Samanlagt verða tey tíggju, sum skulu dansa við professionellum dansarum í sendingini. Millum annað Gustav Salinas, sum hevur verið við í fleiri reality-sendingum og eftirfylgjandi stovað fyritøkur innan heilsu og venjing. Yngsti luttakarin í sendingini verður 25 ára gamla Jasmin Lind, sum er kend frá YouTube og Alfred Midé Erichsen, som er kendur úr sendingini "Kurs mod fjerne kyster". Umframt hesi kunnu sjónleikararnir Jesper Asholt, Pusle Helmuth og Julie Rudbæk nevnast. Úr ítróttarheiminum verður fyrrverandi yrkisfótbóltsleikarin, Peter Løvenkrands, við. Eisini sleppa vit at fylgja sjónvarpsvertinum, Camillu Ottesen, og sangaranum, Mohamed Ahmed, sum eisini er kendur undir listanavninum, Skinz.
Vertirnir í ár eru Martin Johannes Larsen og Cilia Trappaud, og dómarar eru Marianne Eihilt, Sonny Fredie Pedersen og Lene James Mikkelsen.