Smáir burgarar við dunnu og tilhoyri
Matur
Smáir burgarar við dunnu og tilhoyri
Hesir smáu burgararnir tulka jóladunnuna á ein øðrvísi og smakkgóðan hátt.
Eftir: Malene Fisker Waag / Mynd: Amy Hansen 19.11.2021
Til 6 persónar.
GG! Talan er ikki um ein høvuðsrætt í sjálvum sær, men hóskar væl antin sum ein partur av einum størri matskrá ella sum forrættur. 


Súltaðir leykringar
Tilfar
2 stórir reyðleykir
2 dl av góðum lager-ediki
70 g av sukri
Pipar
Gjarna 2 kvistar av timian

Soleiðis gert tú:
Sker leykin í tjúkkar ringar. Kóka edik og sukur saman við pipari og timian og stoyt yvir leykin.
Lat standa í eini lítlari skál – helst alla náttina, ella so nógvar tímar, sum gjørligt.

Dunnubringa
Tilfar
2 dunnubringur, uml. 200 g hvør
Nakrar kvistar av timian
Ein stóran hvítleyksbát
Gott salt, gjarna flakasalt

Soleiðis gert tú:
Sker rivur í skinnið niður til kjøtið við umleið 1 cm ímillum og gníggja væl við salti.
Legg dunnubringuna við skinninum niður á eina KALDA pannu saman við hvítleyki og timian. Steik við lágum/miðal hita. Nóg mikið av feitti er á dunnuni, so ikki er neyðugt við steikifeitti.
Steik við lágum/miðal hita, til tað mesta av feittinum er smeltað burtur og skinnið er broyskið (umleið 18-20 min). Vend bringuni og steik á kjøtsíðuni 3-4 min. Legg til viks og lat kjøtið hvíla í stannioli í 5-10 minuttir, áðrenn tú skert sundur í tunnar flísar.

Soppatapenada
Tilfar
200 g av brúnum soppum
1 lítlan reyðleyk
50 g av smøri
1 neva av frískum sitróntimian
1 grønmetis-bótarmola
Salt og nógv pipar
50 g av vatni

Soleiðis gert tú:
Smelta smørið á pannuni við miðal/høgum hita og steik leyk, soppar, timian, salt og pipar. Stoyt vatn í, morla bótarmolan í, kóka 2 min og blenda alt saman. Set til viks, klárt at hita, tá tú borðreiðir.

Legg saman:
Hita bollarnar og sker í helvt. Smyr soppatapenadu á báðar helvtir. Legg dunnubringu í flísum á og síðani súltaðan leyk. Kanska persillu til pynt.