Matur
Snareplir
Hesi gerast allarhelst ein nýggj yndis uppskrift ...
6 miðalstór epli
6 træpinnar
1 tsk av salti
1 tsk av taco-blandi ella paprika
¼ tsk av malnum pipari
3 tsk av smøri
Soleiðis gert tú
Set ovnin á 190 stig. Trýst pinnin gjøgnum eplið, og sker síðan við knívi runt um pinnin, so tað líkist eini skrúvu. Royn og hála eplið varliga sundur. Blanda salt, taco-bland og pipar saman. Smelta smørið og smyr eplini við smørinum og stroy síðan krydd á. Set inn í heitan ovn í umleið 50 minuttir.
Tilfar til pynt
50 g av fetaosti
1 neva av persillu
Borðreið
Brót fetaostin sundur í smærri bitar og hakka ein neva av persillu til at stroya omaná. Njót beinanvegin.