Snickers ostakøka við karamelli
Matur
Snickers ostakøka við karamelli
Frískligt ostakrem, sum er luftigt og lekkurt og hóskar sera væl til botnin, sum er gjørdur við Homeblestkeksum og saltaðum peanuts. Skal hendan kanska vera vikuskiftiskøkan hetta vikuskiftið?
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Tóra Effersøe Mortensen 07.05.2021
Karamellsós:
100 g av rørsukri
50 g av smøri
0,8 dl av róma
½ tsk. av salti
Lat rørsukrið smelta í einari grýtu við lágum hita. Tá rørsukrið er smeltað og blivið flótandi og brúnt, tak tá grýtuna av plátuni.
Rør smørið í smeltaða sukrið eitt sindur í senn, tá tað er rørt væl saman, set tá grýtuna aftur á plátuna og rør róman í eitt sindur í senn, meðan tú rørur í grýtuni.


Prei
Um karamellið er ov tunt, so kóka tað eitt sindur meira. Um karamellið er ov tjúkt, rør so eitt sindur eyka av róma í.
Botnur við Homeblest keksum
250 g av Homeblest keksum
100 g av saltaðum peanuts
110 g av smøri
Morla keksirnar og peanuts í einum minihakkara ella blendara.
Smelta smørið
Blanda kólnaða smørið í keksa- og peanuts morli
Trýst keksamassan í eina springform 22 cm. Nýt td. botnin á einum glasi at fáa botnin javnan og slættan.
Rómaostakrem
400 g av rómaosti
100 g av flormelisi
1 ssk av vaniljusukri
3 dl av róma
150 g súrróma (18 %)
2 límbløð (husblas)
2 Snickers
Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir. Píska rómaostin saman við vaniljusukri og flormelisi í einari skál. Píska róman í einari aðrari skál. Blanda pískaða róman við rómaostakreminum. Kroyst vatnið úr límbløðunum og rør tey í 2 ssk av róma og 2 ssk av rómaostakreminum. Rør nú saman við restini av rómaostakreminum, so alt verður væl blandað. Sker Snickers í smáar bitar og blanda í rómaostakremið. Stoyt útyvir botnin og set kalt í minsta lagi í 5 tímar – helst yvir nátt.


Pynt:
Snickers í flísum, hakkaðar peanuts og karamellsós