Soleiðis gert tú besta kaffi við stempulkannu
Matur

Soleiðis gert tú besta kaffi við stempulkannu

Hvat er ein góður koppur av kaffi, svarini eru eins nógv, sum kopparnir av kaffi, men ymsar leiðbeiningar finnast, sum syrgja fyri einum góðum koppi av kaffi. Her fært tú vegleiðingina til besta koppin av kaffi bryggja við stempulkanni.
Eftir: 07.12.2020

Mongd: 60 g av kaffi til 1000 g av vatni

Kvørningarstig: Groft

Trekkjutíð: 4 minuttir

Soleiðis gert tú:

Viga og mal kaffi. Stoyt síðan í stempulkannina.

Kóka vatnið og lat tað standa í umleið 1 minut, so tað verður umleið 92-95 hitastig.

Tak tíð á td. telefonini, tað skulu ganga 4 minuttir frá løtuni, har tú stoytur vatnið í stempulkannina. Ger tað nú.

Rør við einari skeið runt í kannini, so kaffið og vatnið vera blandaði væl. Lat kaffi “trekkja”.

Eftir 4 minuttir er kaffið næstan klárt - rør aftur í kannuni, so kaffi fer til botns. Tak skúmin av toppinum og lat kaffi standa í lítlan hálvan minut.

Trýst nú varliga stempli í botn. Njót ein nýbryggjaðan stempulkannikaffimunn.

Kelda: God Kaffe - grundbog for kaffeelskere