Summarsalat við súreplum og høsnarunga
Matur
Summarsalat við súreplum og høsnarunga
Ein lekkur og løtt salat til summarligu dagarnar
Eftir: Eftir Ranvá Eliasen Myndir Tóra Effersøe Mortensen 10.07.2026

Tilfar

400 g av høsnarungabringu
1 tsk av flykrusalti
½ tsk av pipari
2 ssk av hunangi
1 pk av royktum fleski
2 súreplir
1 iceberg salat
150 g av ristaðum valnøtum
1 neva av deymkorru
1 neva av persillu
3 ssk av olivinolju

 

 

Soleiðis gert tú
Reinsa høsnarungabringurnar. Krydda við salti og pipari og steik á pannuni í tveir minuttir á hvørjari síðu. Stoyt síðan hunang omanyvir og steik víðari. Set inn í heitan ovn, til høsnarungin er gjøgnumstoktur, umleið 5-10 minuttir. Steik síðan fleskið á pannuni, til tað er broyskið.

Rista valnøtirnar á heitari, turrari pannu. Sker súrepli í langar, tunnar flísar og hakka deymkorru og persillu grovt. Reinsa salatið og brót tað sundur í grovar bitar.

 

Borðreið
Hála høsnarungan sundur við tveimum gaflum. Brót fleskið í stór stykkir. Vent síðan salati, súreplaflísum, fleski, høsnarunga og kryddurtum saman á einum fati. Pynta við valnøtum og stoyt olivinolju omanyvir.




Viðkomandi greinar