
Summarslig summarskálkøka
Tilfar
Botnur
125 g av digestive keksum
75 g av kamarjunkarum
120 g av smøri frá Røsku
2 g av salti
Soleiðis gert tú
Blenda ella hakka keksirnar til eitt morl.
Smelta smørið í eini grýtu og lat saltið í og stoyt oman á keksamorlið.
Breið keksabotnin í ein springform Ø20 cm. Brúka eina skeið til at trýsta botnin niður við. Legg eisini keksamorlið eitt sindur upp eftir síðunum á forminum, so tað sæst, tá ið køkan er liðug.
Summerskálmousse:
50 g av past. eggjareyðum
75 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
200 g av summarskál frá Røsku
2,5 dl av róma frá Røsku
5 límbløð
50 g av sitrónsaft (uml. 1 sitrón)
Soleiðis gert tú
Legg fyrst límbløðini á blot í køldum vatni.
Píska eggjareyðarnar við sukri og vanilju til hvítt skúm. Píska róman til skúm.
Pressa saftina úr sitrónini og lat hana í eina grýtu. Hita hana lætt og lat bloyttu límbløðini í grýtuna og syrg fyri, at tey eru smeltað.
Lat summarskál í grýtuna og píska, so eingin klumpur er í.
Stoyt summarskálblandið í bollan við pískaðum eggjareyðum, og vend tí saman. At enda verður rómin varliga vendur í, og moussein verður stoytt í formin.
Lat køkuna standa kalt til dagin eftir ella í minsta lagi tríggjar tímar, áðrenn tú borðreiðir.
Pynta við blómum, ið eru etandi, myntu og kamarjunkarum.
Prei
Tá køkan skal úr forminum, kanst tú brúka ein lítlan bunsenbrennara at hita uttan á forminum, so køkan sleppur lættari úr. Um tú ikki hevur ein brennara, kanst tú brúka ein heitan lappa.