Súreplatrifla
Matur
Súreplatrifla
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen  16.10.2025

Uppskriftin er til 6-8 fólk 

Súreplakompott 
5 vætufull súrepli 
50 g av rørsukri 
1 vaniljustong 

Flys súreplini og sker tey í tunnar flísar. Legg súreplaflísarnar í eina grýtu saman við rørsukrinum, kloyvdu vaniljustongini og vaniljukornunum. Kóka við lágum hita, til súreplini eru moyr – um tað kennist eitt sindur turt, so stoyt eitt sindur av vatni í, meðan súreplini kóka spakuliga. Set súreplakompottið kalt. 

 

Krem
1/2 tsk av vaniljupastu
2 eggjareyðar
2,5 ssk av sukri 
1 ssk av maisena
2,5 dl av bóndamjólk 

1,5 dl av róma 

Rør vanilju, eggjareyðar, sukur, bóndamjólk og maisenu saman í einari grýtu. Hita hetta varliga, til tað kókar, meðan tú rørir í grýtuni. Lat smákóka í nakrar minuttir, til kremið byrjar at blíva tjúkt. Rør í grýtuni alla tíðina og lat ikki kremið kóka ov hart, so tað brennur fast í botnin. Stoyt kremið í eina skál og legg húsarhaldsfilm omaná, set síðan kalt í minsta lagi í hálvanannan tíma. Píska róman og rør kremið bleytt. Rør síðan varliga róman saman við kreminum.  

 

Legg saman 
Morla nakrar makrónur í hvørt dessertglas, legg síðan súreplakompott omanyvir og enda við kreminum. 

 

 




Viðkomandi greinar