Tacosuppa við broysknum kikkertrum
Matur
Tacosuppa við broysknum kikkertrum
Kavi og kuldi eru upplagt suppuveður. Royn hesa vegetarisku tacosuppuna
Eftir: Camilla B. Markussen / Mynd Betina Hastoft 11.01.2021
Tíð: 20 minuttir
Ovntíð: Tilsamans 20 minuttir
Til 4 fólk


TILFAR
Suppa
2 leykir
3 bátar av hvítleyki
1 ssk av olivinolju at steikja í
½ ssk av royktum paprika
1 tsk av turkaðum oregano
1 tsk av hvítleykspulvuri
1 tsk av spísskumman
1 tsk av turkaðum koriander
Salt og nýmalið pipar
3 stelkar av blaðsellarí
1 squash
1 blikk av hakkaðum tomatum
2½ dl av grønmetissoði
1 blikk av svørtum bønum
Saft úr 1 leim


Broysknar kikkertrar
1 blikk av kikkertrum
1 ssk av olivinolju
1 tsk av spísskumman
1 tsk av royktum paprika
1 tsk av salti
100 g av cheddarosti


Afturvið
Súrrómi, 18%
Frískt koriander
1 leimfrukt


Soleiðis gert tú
Broysknar kikkertrar: Set ovnin á 180 stig. Lat vatnið renna frá kikkertrunum og turka tær við reinum viskustykki. Vend tær í olju og øllum kryddarínum og legg tær á bakiplátu, klædda við bakipappíri. Baka í ovninum í umleið 15 minuttir, til tær eru broysknar. Rív cheddar yvir kikkertrarnar og lat tær baka í 5 minuttir afturat, so osturin smeltar og verður gyltur.


Suppa: Flys og hakka leykin og flys og pressa hvítleykin. Steik hetta í olju í eini grýtu. Lat øll kryddaríini í og lat steikja í nakrar minuttir. Skola og sker blaðsellarí og squash í bitar og blanda í. Lat steikja í 5 minuttir. Stoyt tomatir og grønmetissoð í grýtuna. Legg lokið á og lat suppuna smákóka í 10 minuttir. Síla vatnið frá teimum svørtu bønunum og lat tær í rættin. Smakka til við leimsaft, salti og pipari.


Hav broysknar kikkertrar, súrróma, frískt koriander og leimfrukt í bátum afturvið.