Tann lekkrasta og lættasta sjokulátukøkan
Matur
Tann lekkrasta og lættasta sjokulátukøkan
Skal tað vera skjótt og lætt – og sjálvandi lekkurt, so mást tú royna hesa sjokulátukøkuna við leskiligum kaffikremi, bommi og berum omaná.
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen / Uppskriftin er gjørd í samstarvi við kondittarin.fo og Damfar  16.10.2023

Sjokulátukaka

Tilfar

300 g av smøri

300 g av sukri

2 ssk av kakaopulvuri frá Cadbury

100 g av myrkari sjokulátu frá Callebaut

3 tsk av vaniljusukri

3 dl av mjólk

3 egg

300 g av mjøli

3 tsk av bakipulvuri

Soleiðis gert tú

Smelta smør, sukur, kakaopulvur, sjokulátu og vaniljusukur varliga í eini grýtu. Stoyt smeltaða sjokulátublandið í ein bolla og píska mjólk í og síðan egg. Rør at enda mjøl og bakipulvur í deiggið.

Stoyt deiggið í eina bráðpannu og baka á 180 stigum í vanligum hita í umleð 30 minuttir. Lat kakuna kólna.

Glasing

Tilfar

300 g florsukri

80 g av bleytum smøri

6 ssk av sterkum bryggjaðum kaffi

2 tsk av vaniljusukri

100 g av rómaosti

Pynt

1 Boost, skorið í flísar

1 Twix, skorið í tríkantar

Bláber og rossaber (bromber)

Soleiðis gert tú

Lat alt tilfarið í eina skál og píska væl saman, til tú fært eitt luftvorðið krem. Smyr á køldu køkuna og pynta.

Goym kakuna kalt.




Viðkomandi greinar