Terta við toski og beykoni
Matur
Terta við toski og beykoni
Royn eina leskiliga tertu við toski, tá bindiklubburin kemur á vitja. Elal tá vinirhittast um jólini.
Eftir: Eftir: Johanne Grove Lundgaard / Mynd: Amy Hansen 11.12.2025

Til 6 fólk 

Tertudeiggj
125 g av smøri
125 g av hveitimjøli
125 g av grahamsmjøli
1 tsk av salti
1/2 dl av vatni 

 

Fylla
225 g av butternut squash
350 g av toski
4 egg
1/2 dl av róma
1 pott av timiani
125 g av beykoni
1/2 ssk av salti
10 kvørn av svørtum pipari 

1 pott av grønleyki 

 

 

Soleiðis gert tú
Blanda hveitimjøl og grahamsmjøl í eini skál og síðani salt og bleytt smør í bitum. Elt smørið í deiggið og at enda vatnið fyri at samla deiggið. Legg deiggið kalt í umleið 30 minuttir. 

Rulla deiggið út og klæð ein tertuform, uml. 22-25 cm. Prika í deiggið við einum gafli. 

Sker graskerið í smáar bitar, umleið 1 cm. Sker toskin í miðalstór stykki. Blanda egg, róma, salt og pipar. Legg tosk og grasker á tertubotnin og stoyt eggjablandið yvir. Hakka timian og stroy yvir. At enda gert tú eitt lok við beykoni. 

Baka tertuna í ovninum við 190 stigum í 30-40 minuttir. Kann vera at seinastu minuttirnir eru við grill, so fleskið verður broyskið. 

Hakka grønleykin og stroy á, tá tú borðreiðir. 




Viðkomandi greinar