Tiramisu
Matur
Tiramisu
Ein sannur dessertklassikari úr Italia
Eftir: 22.02.2023

Tilfar
2 pasteuriseraðar eggjahvítar
4 pasteuriseraðar eggjareyðar
120 g av sukri
1 dl av amaretto likøri
400 g av mascarpone
4 dl av róma
Skalið av eini ósproytaðari appilsin
1 vaniljustong
Uml. 12 ladyfingers
4 dl av sterkum kaffi
Kakaopulvur at stroya omaná

Soleiðis gert tú
Píska eggjahvítar, eggjareyðar og sukur heilt stívt
Píska síðan róma og mascarpone, til tað er stívt, lat síðan 1/3 av amaretto, skalið av appilsinini og kornini úr vaniljustongini í og píska tað væl
Vend síðan eggjablandið varliga í rómablandið
Bryggja 4 dl av sterkum kaffi (best er, um kaffi. er eitt sindur flótt, tá tiramisu'in verður løgd saman) stoyt restina av amaretto í kaffið
Síðan finnur tú 4 gløs ella skálir á uml. 2,5 dl.
Brót allar ladyfingrarnar í helvt og dyppa teir so hvørt í kaffi/amaretto og legg skiftivís ladyfingers og krem oman á hvørt annað.
Stroy kakaopulvur omaná.




Viðkomandi greinar