Toskapakkar við spískkáli og rómaosti
Matur
Toskapakkar við spískkáli og rómaosti
Hesin fiskarætturin er lættur at gera - eisini ein gerrandisdag, og hevur  tú ikki tosk, so kanst tú brúka til dømis laks.
Eftir: Rannvá L Beder Mynd Amy Hansen 17.11.2022

Til 4 fólk

Tilfar

Uml. 800 g av toski ella øðrum fiski sum td. laksi
200 g av spískkáli
1 stk fenniku
2 várleykir
1 blóðgreypfrukt
1 sitrón
1 leim
1 pott av frískari dild
200 g av rómaosti

Bakipappír
Bummullarband

Soleiðis gert tú

Sker spískkál, fenniku og várleyk í tunnar flísar.

Legg 4 ørk av bakipappíri á borðið.

Legg spískkál, fenniku og várleyk á bakipappírini.

Legg 200 g av fiski omaná, smyr síðan 50 g av rómaosti á hvørt fiskastykki og krydda væl við salti og pipari.

Sker blóðgreypfrukt, sitrón og leim í flísar og legg omaná.

Hakka dild og stroy omaná.

Tak síðani hornini á bakipappírinum saman og bint um, so tað verður til ein pakka.

Baka í ovninum á 200 stigum í 20-30 min.




Viðkomandi greinar