Vælsmakkandi og svaligt kombucha
Matur
Vælsmakkandi og svaligt kombucha
Hevur tú eisini hug at royna at bryggja brúsandi drykkin við heilsugóðu eginleikunum? So fært tú vegleiðingina her
Eftir: Anniku Kunoy Im 22.03.2023

Hvat er kombucha?

Kombucha er fermenterað te, sum er gjørt úr te, sukri og einum kombucha-soppi, sum verður kallaður ein scoby. Sagt verður, at kombucha-teið hevur 2000 ára gamlar røtur úr Kina, har brúsutti drykkurin var kendur fyri heilsugóðu eginleikarnar, hann hevur, tí hann nevnliga hevur probiotika, ið er gott fyri tarmfloruna. Kombucha skal njótast kalt og smakkar súrligt við eitt sindur av brúsi, men til ber at fáa tað at ymskar smakkir fram við at brúka frukt og ber í tilgongdini. Royn millum annað ingifer, sitrón, vanilju ella jarðber.

Soleiðis gert tú kombucha

Áðrenn tú gert kombucha, mást tú hava eitt sindur av kombucha startara og ein scoby, sum tú kanst fáa frá øðrum, ið gera kombucha við at spyrja teg fyri millum annað á netinum.

Tú skalt brúka

1 Scoby sopp

3l av kókandi vatni

25g av grønum, hvítum ella svørtum te

150g av rørsukri

Kombucha startara (umleið 10% av veskuni so í hesum førunum uml 300ml)

3l patentglas (helst við krana)

Lat tebløðini í kókandi vatnið og lat trekkja í 15-20 minuttir. Tak bløðini úr og rør sukurið í, til tað er upployst. Lat alt køla í nakrar tímar ella til dagin eftir. Oys kalda teið í eitt stórt glasílat og lat startaran í. Lat scoby í. Legg eitt viskustykki omaná glasið.

Lat teið fermentera í 1-2 vikur ella longri í umleið 20-25 stigum.

Royn tað eftir eini átta døgum, og smakkar tað súrt og søtt, er tað klárt. Hevur ílatið ikki krana, royn so varliga við súgvurøri, so tú ikki órógvar tilgongdina.

Tá kombuchaið er liðugt, kanst tú taka scoby úr brygginum við reinum hondum og leggja hann í eina lítla skál saman við 300ml av veskuni, so klárt er til næsta bryggj. Oys veskuna í fløskur og set kalt. Vilt tú hava meir brús í, kanst tú seta fløskurnar í rúmhita 2-3 dagar, áðrenn tú setur í kuldaskáp.

Hvørja ferð tú gert kombucha, fært tú umframt tann gamla, ein nýggjan scoby. Hann er heilt víst kærkomin hjá onkrum, ið hevur hug at royna seg, ella tú kanst bryggja fleiri íløt samstundis.

Soppurin kann eisini goymast í einum glasílati við tøttum loki saman við nýgjørdum te og sukri í køliskápinum.