![Vatnmelón íspinnar](https://kvinna.cdn.fo/savn/kr4f4qq1/skaermbillede-2023-07-11-kl-134347.png?width=1200&height=680&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=KCyE-VIeabrYzNbw0uSvOSyM9sE)
Matur
Vatnmelón íspinnar
Vatnmelón er saftmikil og leskandi, og júst tí er hon so væl hóskandi at frysta. Tað er einfalt, sunt og leskandi at fáa sær ein vatnmelónís – børnini elska tað, og um tú sjálv mungar eftir onkrum frískligum køldum, so kunnu hesir viðmælast.
Soleiðis gert tú
Sker eina hálva ella eina heila vatnmelón í flísar á umleið 1,5 cm, sker síðan melónstykkini í smærri tríkantað stykkir. Sker eitt lítið kut miðskeiðis í vatmelónskalið og trýst íspinnin varliga í vatnmelónina. Fryst í í minsta lagi 3 tímar – njót ein sólríkan summardag.
Prei
Ananas og banan kunnu eisini frystast á pinni – og um tú vilt gera eitt sindur eyka burturúr, so kanst tú stroya eitt sindur av kokusmjøli á fruktstykkini.