Ansa eftir hárinum í kuldanum
Móti

Ansa eftir hárinum í kuldanum

Um tú vilt gera hárinum eina tænastu í vetur, skalt tú geva tí nokk av vætu. Tá tað er kalt uttanfyri, hevur hárið tørv á meira vætu enn vanligt.
Eftir: Kvinnu / Mynd: veitari 26.01.2021

Tað sama er galdandi, tá tú eitt nú ert sunnanfyri um summarið, og tað er ordiliga heitt. Ein góð meginregla er, at tá tað eru nógv øðrvísi veðurlíkindi enn tú ert von við, tørvar hárinum altíð meira vætu. Minst eisini altíð til at hava turt hár, tá tú fert út í kuldan, annars er størri vandi fyri, at hárini brotna og slítast enn meira.

Heimagjørdur hár­kurur við banan
- Fá bleytt og skínandi hár og vætu til hárið
Banan inniheldur nógv kalium, sum styrkir og fyribyrgir, at hárið brotnar. Eisini inniheldur banan natúrligar oljur og 75% vætu, sum fyribyrgir, at hárið verður turt. Fruktin er eisini á tremur við vitamin A, B6, C og E og zinki og jarni.
1 banan
1 ssk av kokusolju
1 tsk av hunangi
Blanda alt væl saman, so eingir klumpar eru í, og so at bananin ikki klistrar seg fasta í hárið.
Gníggja inn í hárið og hár­botnin, og vera tað sita í í 30 minuttir.
Skola væl og vaska við sjampo.