Heimaráð: Ljósna hárið við natúrligum produktum
Móti

Heimaráð: Ljósna hárið við natúrligum produktum

When life gives you lemons, so kroyst eitt sindur av sevjuni í títt balsam fyri at gera hárið ljósari í frisørleysum tíðum ...
Eftir: Birgith Lassen Mynd Veitarar 14.04.2020

Um tú ert ljóshærd, so kanst tú við hesum heimaráðum falsa eina frisørvitjan og fáa skínandi ljóst hár.

Blanda sitrónsevju í balsam

Sitrón kann ljósna hárið, men lága pH-virðið kann eisini oyðileggja. So blanda sitrónsevju í títt balsam ella hárkur, so tað fer betur við endunum. Lat virka í nakrar minuttir og skola úr.

Sjógvur og sól

Tú kanst eisini falsa ein túr suðureftir við einum dunki av saltvatnssprey og ein tíma úti í sólini. Blanda vatn og salt (ella far í fjøruna eftir sjógvi) og koyr í hárið – og set teg útum, meðan sólin skínir. So fært tú somu effekt, sum tú fært við einum strandartúri sunnanfyri.

Súreplasidereddikk

Edikkurin ljósnar og reinsar hár og hárbotn fyri óljur og skitt pluss at edikk hjálpur móti krusutum hári. Faktisk er súreplasideredikk ein góður all-around-hárkurur. Blanda ein part súreplasidereddikk við 6 pørtum av vatni og lat sita í hárinum í ein hálvan tíma. Ger hetta annað hvønn dag fyri at síggja úrslit. 


Kanel og honning

Tað hendur okkurt magiskt, tá tú blandar kanel og honning, rørir tað í hárið og letur tað sita leingi nokk - hárið ljósnar ein til tveir tónar. Soleiðis gert tú hármaskuna: 2 skeiðir av honning, 1 skeið av kanel, 1 skeið av olivinólju (fyri eyka vætu). Lat sita í minsta lagi fýra tímar og skola úr.




Viðkomandi greinar