Hetta kremið fyri 85 krónur er kanska tað einasta kremið, tú hevur brúk fyri at eiga
Móti
Hetta kremið fyri 85 krónur er kanska tað einasta kremið, tú hevur brúk fyri at eiga
Worth the hype: Vistfrøðiligt og bíligt húðkrem verður hálovað av vakurleikaserfrøðingum um allan heim. 
Eftir: Greinin er skrivað av Kvinnu og inniheldur lýsingarleinkju frá Siri 22.04.2020

Victoria Beckham elskar tað, Rihanna elskar tað, Gwyneth Paltrow elskar tað og Voguelovprísar tí. Tað er vistfrøðiligt, tað angar frískt av vælveru, tað er drúgt - og so kostar tað bara 85 krónur.

Skin Food er eitt næstan 100 ára gamalt húðkrem frá týska merkinum Weleda, sum framleiðir natúrliga og vistfrøðiliga húðrøkt við bivoks, óljum og kamillu, og hevur vunnið alskyns virðislønir. Í seinastuni hevur tað verið viðmælt umaftur og umaftur av vakurleikaserfrøðingum um allan heim: Tey siga, at tað nørir, røktar, ger húðina bleyta og gevur glóð, sum varir allan dagin uttan at feitta.

Tey siga, at tað nørir, røktar, ger húðina bleyta og gevur glóð, sum varir allan dagin uttan at feitta.

Kremið verður marknaðarført sum eitt multikrem, sum kann brúkast til turra húð um allan kroppin, men tað kann eisini meiri enn tað: Smyr eitt tjúkt lag av Skin Food á andlitið, áðrenn tú fert í song – tá tú vaknar, er húðin gjøgnumvætað, sunn og frísk. Skin Food kann eisini brúkast undir makeup uttan at alt rennur saman. Kremið kann eisini brúkast til neglabond, varrar og turt hár. Kanska tað einasta kremið, tú hevur brúk fyri – og so fyri ein prís sum ger, at tú við góðari samvitsku kanst brúka tað í stórum mongdum um allan kroppin.

Weleda Skin Food fæst hjáSIRI (lýsingarleinkja).