Klædnaskápið hjá Marjuni Berg
6 myndir

Klædnaskápið hjá Marjuni Berg

Eftir: 14.12.2020

Í klædnaskápinum hjá Marjuni Berg finnur tú klæðir av høgari góðsku og ofta róligar litir. “Tann klassiski stílurin passar væl til mín persón”, fortelur Marjun, tá vit vitja til eitt prát um estetikk, stíl og lívsgóðsku.

Hvat eyðkennir títt klædnaskáp?
Eg brúki ikki-larmandi og klassisk klæði í góðari góðsku. Ull, silki, leður og vistfrøðiligt bummull dámar mær væl. Hjá mær snýr tað seg um, at klæðini síggja gott út, og at tað kennist væl at vera í. Eg minnist, at tað var ikki óvanligt fyrr at leggja seg niður fyri at fáa snarlásið í buksunum upp, men nú aldurin er blivin hægri, er komfortin í hásæti – uttan at eg gangi í joggingklæðum hvønn dag. Mær dámar øgiliga væl at miksa tingini. Eg elski gamalrosa, vínreytt og beige, men ikki ov nógvar litir og mynstur. Tá eg keypi klæðir, royni eg altíð at hugsa um møguleikan at kunna dressa upp og dressa niður. At ein kjóli bæði kann brúkast við kovboybuksum og nylonsokkum. Tað er týðandi fyri meg.

Eg havi altíð havt áhuga fyri klæðum, móta, matgerð, hava og innrætting. Tað gevur nøgdsemi í gerandisdegnum, tá tingini eru pen rundan um meg, og eg síggi tað ikki sum fjollutt, at eg gangi upp í tað.

Hvat er títt yndisplagg?
Tað skiftir. Men eg havi okkurt, sum eg havi gingið í leingi. Eg kann kanska nevna eina kashmir cardigan frá Day, sum byrjar at fáa hol nú – tað er ordiliga keðiligt. Og so eru tað mínar leður leggings, sum eg eri serliga glað fyri.

Hvar finnur tú íblástur til tín klædnastíl?
Eg brúki nógv Pinterest. Eg haldi, Instagram er alt ov ógvisligt. Og so lesi eg mótabløð og eygleiði fólk á gøtuni. Fái eisini íblástur frá døtrunum hjá mær. Vit kunnu eisini væl brúka klæðini hjá hvørjari aðrari.

Hvat hevði tú ongantíð farið í?
Mynsturmiks. Eg hevði følt meg skeiva og óruddiliga í mynstrum. Eg kann væl halda, at tað sær áhugavert, pent og kul út á øðrum, men tað riggar ikki til mín. Eg vil gjarna vera niðurtónað, tí tað eri eg eisini sum menniskja.

Skiftir tú ofta garderobuna út?
Klæðini hjá mær síggja kanska nýggj út, tí eg ansi væl eftir teimum, men sannleikin er, at summi pløgg eru øgiliga gomul. Ein skjúrta frá Bruuns Bazaar er til dømis 19 ára gomul. Eg ruddi út annaðhvørt ár, tí okkurt nýtt má koma inn. Tá selji eg til arbeiðsfelagar og kanska á loppumarknaði. Eg havi havt loppumarknað her heima saman við dóttrini. Tað var ordiliga stuttligt at skipa fyri.

Hvar keypir tú oftast klæði?
Klivin var avgjørt mín yndis fyrr, og nú hevur Bob & Marilyn’s fingið Bruuns Bazaar, so mær dámar væl at vera har niðri. Annars er tað Margerita, Gellan, Hvíthús og 2U, sum eisini hava nógv lekkur ting. Eg geri ikki impulskeyp. Eg kann kanska finna uppá at keypa okkurt í H&M, men eg veit bara, at eg virðismeti tað ikki ordiliga. Tað er illa seymað, og beinanvegin tú vaskar tað, so er tað bara keðiligt. T-shirtirnar verða skeivar og tráðir loysna. Tað ljóðar kanska snobbut, men í veruleikanum er tað bara tí, eg gjarna vil vera góð við tað, sum eg keypi mær.

Myndir
6 myndir

Hvat er títt nýggjasta keyp?
Eg keypti herfyri ein nýggjan klassiskan ullfrakka í harrastíli frá COS, og so eina lekkra gráa opna troyggju frá Samsøe & Samsøe.

Hvat er títt nýggjasta keyp?
Eg keypti herfyri ein nýggjan klassiskan ullfrakka í harrastíli frá COS, og so eina lekkra gráa opna troyggju frá Samsøe & Samsøe.

Eg ansi væl eftir klæðunum
Eg vaski klæðini sum minst. T-shirts og undirklæðir hvørja ferð sjálvandi, men ullint heingi eg pent inn aftur og nipli av. Klæðini skulu ikki vera ov kroyst í skápinum, og so dampi eg klæðini, tá tað treingir til. Eg tendri dampfunktiónina og strúki leysliga eftir klæðunum. Tað ger okkurt við, at tilfarið lyftir seg og blívur bara lekkurt. Eg kann finna uppá at strúka sjálvt T-shirts, tí tað er bara lekkrari. Eg brúki kortini ikki tímar uppá míni klæði, og hetta er eisini nakað, sum er komið við aldrinum, tí tú kanst kanska ikki tað sama, tá tú hevur smábørn.

Hvussu brúkar tú smúkkurnar, tá tú letur teg í?
Tað síðsta, eg keypti mær sjálvari, er frá Silvursnið, sum eg eri ordiliga glað fyri. Mær dámar best einfaldar smúkkur, og í roynd og veru dámar mær best silvur, sjálvt um rákið er gull beint nú. Eg havi sjálvandi eisini smúkkur úr gulli, men eg haldi, mín húðtóni riggar best til silvur. Eg eigi ræðuliga nógvar smúkkur, men brúki mest tær somu einføldu.

Hvørjar eru tínar yndis røktarvørur?
Tá tað kemur til sminku og húðrøkt er tað tað sama. Vørurnar skulu vera góðar og helst natúrligar. Kiehls er eitt fantastiska spennandi merki – tú fært eitt stórt úrval av ymsu vørunum í ordiliga góðari góðsku – men eg fái tað ikki í Føroyum. Balmain oljudroparnir eru heilt fantatiskir til turt hár og til at fáa stutt hár at leggja seg. Eg vil gjarna hava, at hárið liggur væl, og at sminkan er natúrlig og klassisk – líka sum við klæðunum. Eg brúki nógv mest Mac, sum eg tíverri heldur ikki fái í Føroyum. Annars dámar mær best at keypa í Føroyum. Embryolisse er eisini eitt fantastiskt húðkrem, sum tey siga er loyndarmálið hjá modellunum. Eg bíleggi tað gjøgnum Coop hjá FK. Neglalakkið frá Nilens Jord frá Apotekinum er eisini so øgiliga gott.

Hvussu brúkar tú tínar skógvar?
Eg kann fara í einar harrabuksur og Adidas skógvar til og fáa tað at síggja klassiskt út. Tað er eitt sindur eftir, hvussu lagið er. Annars eru teir flatbotnaðu lakkskógvarnir góðir til kovboybuksur við holum á fyri at fáa eitt sindur av kontrasti. Eg fari ikki í leðurbuksur og leðurskógvar, tí tað skal altíð vera ein kontrastur. Mær dámar ordiliga væl at vera í háhælaðum. Fyri 10 árum síðani kundi eg ikki funnið uppá at farið í flatar skógvar, tí tað var ikki so feminint, men nú hugsi eg meir um komfort. Fyrr kundi eg ganga við ilt í rygginum og fótunum av berari fáfongd, men tað er altso farið nú.