Læra pápar at flætta
Móti
Læra pápar at flætta
Í Vági fara tey at hava øðrvísi undirvísing fyri monnum. Tey fara nevniliga undir at læra teir at flætta og gera hestahalar
Eftir: 17.03.2021

Ert tú pápi at einari gentu, og tú stríðist við avbjóðingina at skula gera hestahalar ella flætta hár? Og veitst tú ikki, hvussu tú skalt gera, ella hvar tú skalt byrja? So ert tú ikki einsamallur.

Í Vági skipa tey fyri einum øðrvísi tiltaki fyri pápar, abbar, gubbar, pápa- ella mammubeiggjar, beiggjar - ja, fyri menn.

Leygardagin 24. apríl fara tey at læra menn at flætta og gera hestahalar í Miðlatúni. Eyðbjørg Augustinussen og Sólrun Winther, sum arbeiða á hárfríðkanarstovum, fara at læra frá sær og leggja lag á.

Hetta mást tú hava við til tiltakið:
– Eina gentu (modell)
– Hárbust, lastikk, hárspennir o.a.
– Gott mót, dirvi og tol.

Les um tiltakið, sum er ókeypis her.