Lukta endurnýtsluklæðini?
Móti
Lukta endurnýtsluklæðini?
Onkuntíð gert tú kvetti og finnur júst rætta pre-loved plaggið í endurnýtslu... men í endurnýtsluklæðunum situr tíverri eisini onkuntíð ein luktur - hin eyðkendi endurnýtslulukturin, tú veitst! Royn hesi ráðini hja professara í evnafrøði fyri at sleppa av við luktin.
Eftir: Anniku Kunoy Im 29.08.2022

Endurnýtsla, vintage, second-hand, pre-loved... nøvnini fyri endurnýtta fongin eru fleiri, og ofta kann talan veruliga vera um serstakan fong við júst rætta úttrykkinum.

Tíverri fylgir ein ávísur luktur ofta við eldri pløggum, og upplivir tú tað byrja so við at vaska klæðini. Er tað ikki nóg mikið royn so at vaska á 60°.

Riggar tað heldur ikki, kann orsøkin vera, at plaggið hevur verið í einum illa-luktandi umhvørvi í langa tíð, og lukturin tí næstan situr fastur, greiðir Theis Ivan Sølling, professari í kemi á universitetinum í Keypmannahavn, frá.

Er tað tilfeldið eiga sterk evni - so sum klor - at rigga, men slík evni oyðileggja jú eisini ofta pløggini. Ein loysn kann vera at royna at leggja plaggið á blot við Rodalon, ið sambært kemi-professaranum er sum ein sterk sápa, ið oyðileggur lukt-molekylini. Rodalon tryggjar tó ikki ynskta virknaðin hvørja ferð.

Summi heimaráð viðmæla at vaska við edik ella vodka ella at dampa klæðini. Hesi eru eisini eina roynd verd, sambært Theis Ivan Sølling.

Í eini síðstu roynd ber til at heingja klæðini út á snór í frísku luftina. Lat tey hanga har so leingi, tað viðrar. Tí tá klæðini hanga úti, hvørva lukt-molokylini spakuliga.

Men heldur ikki hetta er tó nakað garanti.

Kelda: Samvirke