Mótamánadagur við endurnýtslugulli
Móti

Mótamánadagur við endurnýtslugulli

Vintage, endurnýtsla, pre-loved fashion. Heitini eru mong, og endurnýtsluklæðir hitta sum ongantíð áður. Komandi mánaðirnar fara vit á Kvinnu at leita eftir endurnýtslugulli í Blákrossbúðini í Havn saman við Duritu Sloan Dal-Christiansen.
Eftir: Kvinna í samstarvi við Bláa Kross 17.10.2022

Fittar blusir, yndigir kjólar, stuttligar smúkkur, heitar troyggjur og fjálgir jakkar. Vit hava sent 36-ára gomlu Duritu at shoppa í Blákrossbúðini í Havn, og hon fer komandi mánaðirnar at vísa tykkum nøkur sett, sum hon hevur funnið bæði til veitslu og gerandisbrúk. Hvørt settið kostar millum 150-300 kr.

Blákrossbúðirnar taka dagliga ímóti vørum og í handlunum ber til at finna klæðir, skógvar, taskur og annað – bæði til eldra og yngra ættarliðið. Úrvælið er stórt og í stóru hølunum í Niels Finsens gøtu í Havn kanst tú keypa endurnýtsluklæðir, eins og tú kanst seyma ymiskt úr endurnýtslutilfarið í seymistovuni Ný Ný, ið er at finna á ovastu hæddini.

Ætlanin við verkstovuni Ný Ný er at minka um burturkastið av skrøddum og óbrúkiligum klæðum – umframt at minka um dálking, ið stendst av at senda klæðir av landinum og at skapa eitt umhvørvi, sum ein og hvør við áhuga fyri nýtnýtslu, kann føla ognarskap í.

Tú kanst fylgja Blákkrossbúðini í Havn á facebook, har tey javnan leggja myndir út av nýggjum pløggum.








Viðkomandi greinar