Mótamánadagur við endurnýtsluskóm
Móti
Mótamánadagur við endurnýtsluskóm
Stásiligar stillettir í Blákrossbúðini. Vit hava vitjað bláakrossbúðina í Havn og sett sjóneykuna á veitsluskógvar, suum bert kosta um 50 kr. parið.
Eftir: KVINNA Í SAMSTARVI VIÐ BLÁA KROSS 27.11.2022

Við vøkrum, elegantum stillettum kanst tú geva tínum yndiskjóla nýtt lív. Og í Blákrossbúðunum í Havn og í Saltangará kanst tú, um tú ert heppin, finna júst tær stillettirnar, ið geva tínum jólasetti tað lítla, eyka sum ofta ger allan munin.

Tú kanst finna svørtu, klassisku stillettirnar, ið gera stuttliga, litríka kjólan stásiligan og elegantan. Og tú kanst finna høgu glitur-stillettirnar, ið gera svarta kjólan frískligaan og festligan.

Endurnýtslu-stillettirnar í Blákrossbúðunum eru bíligar – 50 kr fyri parið. Og við góðari samvitsku kanst tú spæla við úttrykkinum og keypa stílfullar og stuttligar stillettir til jólahugnan, jólafrokostin ella nýggjárið.


Tú kanst fylgja Blákkrossbúðini í Havn á facebook, har tey javnan leggja myndir út av nýggjum pløggum.




Viðkomandi greinar