Normal People: Hálsketan hevur fingið sína egnu Instagram síðu
Móti

Normal People: Hálsketan hevur fingið sína egnu Instagram síðu

Írska sendirøðin um Marianne og Connell hevur rakt hyggjarar sum ein hervilig umfarssjúka. Serliga er tað mannligi høvuðsleikarin, Connell, ið vekir ans. Hyggjarar lesa allar bøkurnar, sum Connell lesur í røðini, og rósurnar fyri leiklutin sum Connell vilja ongan enda taka. Og so er tað handan silvurhálsketan.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 10.06.2020

Tú kennir kensluna, tá tú ert í gongd við eina røð, sum tú bara ikki fært úr tonkunum aftur. Líkamikið hvussu nógv klokkan er vorðin, klárar tú altíð ein part afturat, og endin er, at tú kemur alt ov seint í song. Aftur í kvøld.

Normal People er ein tílík røð. Hon snýr seg um Marianne og Connell og teirra trupla og samstundis inniligu kærleikssøgu. Tey ganga í sama flokki, men koma frá hvør sínari verð. Tey gerast góð, men velja at halda sítt heita parlag, sum fyri tað mesta gongur fyri seg í sovikamarinum, loyniligt. Annar verður særdur og hin angrar – og so avdúka vit ikki meira um Marianne og Connell her.

Normal People telur 12 partar og byggir á skaldsøguna av sama navni eftir Sally Rooney. Røðin hevur tikið eitt ótal av hyggjarum við storm, og serliga er tað mannligi karakterurin Connell, ið fær nógv rós. Connell lesur enskt og bókmentir, og á útlendsku miðlunum fortelja fjepparar, at teir aftaná at hava sæð røðina, eru farnir at lesa somu bøkur, sum Connell lesur. Smædni, men dugnaligi Connell gongur eisini við einari gyltari hálsketu um hálsin – ein lutur, sum at síggja til ongan týdning hevur fyri søguna. Kortini eru fjepparar so fegnir um hálsketuna, at hon hevur fingið sína egnu síðu á Instagram: @connellschain. Í løtuni hevur síðan ikki minni enn 183.000 fylgjarar.

Misskiljingar og óheppin teiming millum Marianne og Connell er við til at halda hyggjaranum føstum at skíggjanum. Eitt annað evni, sum fyllir nógv í umrøðuni av Normal People, eru tær heitu og intensu løturnar og tann erligi nakinleikin, sum trónar fram á skíggjanum. Ein djørv, men neyðug avgerð, sambært mannliga høvuðsleikaranum, Paul Mescal.

Normal People setir álvarssom evni sum sálarligar avbjóðingar og sjálvmorð í spæl í hesi inniligu og rørandi røðini um ungan kærleika við øllum sínum upp- og niðurtúrum, sum hoyra ungum kærleika til. Ein røð fyri ung, men sum eisini er lærandi og rørandi fyri okkum, sum hava verið ung.

Røðin kann stroymast ókeypis á dr.dk. Tíverri kunnu fjepparar ikki vænta at síggja meira til Marianne og Connell snarliga, tí eingin uppfylgjari er enn skrivaður til Normal People.




Viðkomandi greinar