Sofía er fyrsta Victoria's Secret modellin við Downs syndrom
Móti & Vakurleiki
Sofía er fyrsta Victoria's Secret modellin við Downs syndrom
Hesu ferð er lýsingarátakið søguligt, tí fyritøkan fyri allar fyrstu ferð nýtir eina modell við Downs syndrom.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Victoria Secret 18.02.2022

18 kvinnur eru við í nýggja lýsingarátakinum hjá risastóru amerikansku fyritøkuni Victoria's Secret, sum fyrst og fremst selur undirklæðir og vakurleikavørur til kvinnur. Hesu ferð er lýsingarátakið søguligt, tí fyritøkan fyri allar fyrstu ferð nýtir eina modell við Downs syndrom. Talan er Sofíu Jirau úr Puerto Rico.

– Eg droymdi um hetta, eg arbeiddi við tí, og í dag gekk dreymurin út. Nú kann eg endiliga siga tykkum mítt stóra loyndarmál. Eg eri tann fyrsta Victoria's Secret modellin við Downs syndrom, skrivaði Sofía Jirau, sum fyrstu ferð var at síggja sum modell til 'New York Fashion Week' fyri tveimum árum síðani, á Instagram vanga sínum á sponskum í gjár.

Eg droymdi um hetta, eg arbeiddi við tí, og í dag gekk dreymurin út. Nú kann eg endiliga siga tykkum mítt stóra loyndarmál. Eg eri tann fyrsta Victoria's Secret modellin við Downs syndrom

Í lýsingunum fyri kollektiónina 'Love Cloud collection', sum Sofía Jirau er við í, hevur fyritøkan lagt seg eftir at brúka modellir við fleiri ymiskum bakgrundum. Aðrar modellir, sum eru við í kollektiónini, eru millum annað Celilo Miles, sløkkiliðskona fyri Nez Perce ættarbólkin í Idaho, Jailyn Matthews, perónligur venjari og navnframa modellin Hailey Bieber. Love Cloud kollektiónin kom á hillarnar í Victoria's Secret handlunum í gjár.

Seinastu árini hevur Victoria's Secret verið undir hvøssum atfinningum, tí fyritøkan - sum hevur havt lítið av fjølbroytni og stuðlað einstáttaðum vakurleikastandardum - ikki hevur vart modellirnar, sum hava arbeitt har.

Í 2019 svaraði fyritøkan atfinningunum og lovaði millum annað at skifta kós í komandi kollektiónunum og at eggja til sjálvs- kærleika, virðing og virði.

– Love Cloud er eitt úrslit av, at vit hava lurtað og fingið íblástur úr veruliga tørvinum, sum brúkarin hevur. Kollektiónin er behagilig uttan at gerast minni funktionell ella eggjandi. Í nýggju kollektiónini eru brósthaldarar og trussur í sniðum, sum hóska til dagliga tørvin hjá kvinnum. Hetta er ein áhaldandi roynd í at menna eina vøru, sum er fyri kvinnur og stuðlar teimum í individuellu lívsleiðum teirra, segði Janie Schaffer, høvuðs designstjórin hjá Victoria's Secret Lingerie í viðmerking á heimasíðuni.




Viðkomandi greinar