Steinum og Shisa: Føroyski búnin er ikki statiskur
Móti & Vakurleiki

Steinum og Shisa: Føroyski búnin er ikki statiskur

Búnin hevur ongantíð verið so nógv brúktur og livandi sum nú, og tí er tað bæði natúrligt og spennandi, at fólk royna at hugsa nýtt. Tað sigur Jóhanna av Steinum, sum saman við Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, eigur og rekur handilin Ullvøruhúsið. Kvinna setir teimum báðum fimm spurningar um móta, skiftandi rák og føroyska búnan. 
07.07.2019

Hvørji pløgg seta tit saman við føroyska búnanum í ár?

Shisa Brand: Tann myrkamorreyða toppin hjá Shisa Brand saman við skjúrtinum - og eisini stutta ullinta jakkan saman við skjúrtinum.
Steinum: Møttulin og eitt heklað sjal, sum eru serliga gjørd til føroyska búnan. Harumframt havi eg gjørt eina reyða blusu við perlum og eina svarta troyggja við flesum.

Hvar er íblásturin komin frá?

Shisa Brand: Bæði jakkin og toppurin eru fyri at framhevja tað, sum eg haldi er so ómetaliga vakurt við skjúrtinum - bæði pløggini framhevja í veruleikanum bæði skjúrti og skapið á kvinnuni - vakra sveiðið í rygginum, miðjuna og bringuna - og soleiðis haldi eg, at tey hóska seg bæði ómetaliga væl saman.

Myrkamorreyði toppurin er so eisini ein víðari tulking av myrkamorreyðu troyggjuni, tað er ein femininari og pyntiligari útgáva av klassikaranum. Men samstundis er tað eisini eitt meira frekt og minni fínt boð uppá tvey pløgg, sum er føroyski klædnasamleikin. Tað kundi eisini verið stutta skipstroyggjan eg setti saman við, men tað bleiv bara ikki til hesa myndatøku.

Steinum: Íblásturin til møttulin og sjalið er komin frá búnanum sjálvum, tí eg helt, at tann vanligi møttulin ikki var heilt nøktandi. Mín møttul hevur hettu, lummar og kann knappast allan vegin niður framman, og tí er hann hóskandi til føroyska veðurlagið og meira nýtiligur, haldi eg. Sjalið er ein meira modernað, heklað versión av tí vanliga føroyska bundna turriklæðnum. Troyggjurnar eru valdar úr mínum kollektiónum, tí tær egna seg væl til ólavsøkuna, tí tær hava ein festligan dám við perlum og flesum og eisini litum, ið eru at finna í føroyska búnanum.

Hvørjar kvinnur hóska hesi pløggini seg til? 

Shisa Brand: Í stóran mun kemur tað ann uppá typuna. Nógv føroysk konufólk tíma væl at spæla við føroysku klæðini og fáa tað besta burturúr teimum fyri seg, og tað eru serliga hesar, sum eg vendi mær til. Aðrar kundu ikki droymt um at farið í føroysk klæði uttan so, at alt var júst sum eftir bókini, og tað vil tí ikki vera tær sum fella fyri hesum. Tað er eingin aldur, hædd ella vekt sum sigur um kvinnan ber hetta ella ei, tað er hvussu hon sjálv følir seg, og um hon trívist við tí. Bæði toppurin og jakkin framhevja kvinnuformin, so tað er ikki tað, sum er avgerandi - og aftur her er tað hvørki aldur, hædd ella vekt sum er avgerandi, tí so ólíkar sum kvinnur eru, so hava tær allar ein vakurleika, sum tolir at verða framhevaður – tað er bara ymiskt hvat tað er.

Steinum: Allar kvinnur.

Tørvar tann føroyski búnin, at vit ruska í hann?

Shisa Brand: Ja og nei. At brúka myrkamorreyða toppin saman við skjúrtinum hevur ikki til endamáls at ruska upp í føroyska búnan. Eiheldur at brúka stutta jakkan saman við skjúrtinum. Í ein ávísan mun er tað heldur tvørturímóti. Tí mítt ynski er í veruleikanum, at vit brúka føroysku klæðini meira, ikki bara sum ein fastan búna við nógvum tilknýttum reglum.

Sjálv elski eg at ganga í skjúrtinum, men eg tími ikki altíð so væl silvurið og føroysku troyggjuna. Við at fara í myrkamorreyða toppin og/ella stutta jakkan samanvið skjúrtinum, brúki eg í veruleikanum skjúrti meira. Um tað skal vera so, at man bara kann brúka síni egnu (føroysku) klæði sum ein búna við fastlæstum reglum - jamen, so brúka vit tey jú ikki so ofta. Og tað haldi eg er stórt spell. Eg vil ikki velja føroysku troyggjuna, silvur og turriklæði frá til hvørt høvið, men onkuntíð - og tað er tað, eg vil vísa við hesum myndum. Hetta er eitt ískoyti. Men tað er eisini ein máti at vísa, at myrkamorreyði toppurin og stutti jakkin kunna brúkast til fleiri ting.

Eg síggi líka nógv fyri mær, at man kanska eftir ein langan dag í fullum búna á Ólavsøku skiftir til hesi nýggjaru pløggini saman við skjúrtinum, heldur enn at skifta til vanlig klæði, sum vit síggja at nógv gera um kvøldarnar.

Men nú muga vit eisini minnast til, at klæði skula brúkast, um tað eru føroysk klæði ella ullintar troyggjur, og um tú brúkar tey meira og við størri gleði við at mix-matchað, so meini eg at tað eiga vit at gleðast um.

Steinum: Føroyski búnin hevur ongantíð verið statiskur, men hevur skift útsjónd við tíðini. Búnin hevur ongantíð verið so nógv brúktur og livandi sum nú, so tí er tað bæði natúrligt og spennandi, at fólk royna at hugsa nýtt.

Halda tit, at fólk fara at taka væl í móti hesum?

Shisa Brand: Tað eru uttan iva summi, sum ikki halda at tað er hóskansi, men sanniliga hava tað verið tær, sum hava víst hesum áhuga, og tí vil tað ikki koma óvart á meg um vit síggja hetta á Ólavsøku í ár, men meira sum nakað eyka, heldur enn heilt ístaðin fyri. Hvørt summar lata seg inspirera, ivist eg heldur ikki í. Men hetta er jú tað fyrsta vit síggja av hesum. Sjálv havi eg í fleiri ár sett aðra troyggju afturvið skjúrtinum enn ta føroysku, og eg havi ikki verið einsamøll í tí. Men at vit fara síggja enn meira av tí ivist eg ikki í, tað er ikki bara vegna okkara alternativum, røring hevur verið í leingi.

Steinum: Møttulin er longu sera væl móttikin, og hini pløggini hóska væl til búnan og høvið. Veruleikin er, at vit vita ikki, júst hvussu føroyski búnin altíð hevur sæð út, og helst hevur hann verið nógv meira fjøltáttaður, enn tey flestu halda.




Viðkomandi greinar