Vit testa maskara
Móti & Vakurleiki

Vit testa maskara

Tær kunnu vera langar og myrkar, ljósar, tunnar og stuttar. Vippurnar, sum vit kanska dagliga smyrja maskaru á. Vippurnar, sum ramma okkara eygu so vakurt inn. Vippurnar, sum vit so gjarna vilja hava langar og bambi-sligar. Vit hava roynt tríggjar ymiskar maskarur.
Eftir: Døgg Nónsgjógv 04.11.2019

WAUW-EFFEKT

NAVN: Youngblood maskara – Full Volume

PRÍSUR: 320 kr
KANN KEYPAST: Hjá Cosmeto

Maskaran frá Youngblood er drúgv at leggja á, men av tí sama hálar hon vippurnar upp eina og eina. Bustin er góð og løtt at arbeiða við. Hon er sera góð til innastu vippurnar, tí at endin á bustini sleppur heilt inn til eygnahárini. Maskaran heldur sera væl – í roynd og veru allan dagin, og hon drússar nærum ikki. Tann rætta til tín, sum vilt geva vippunum eina "wauw-effekt" og kensluna av forkelilsi.

MEST FYRI PENGARNAR

NAVN: The Body Shop – Lash Hero Fibre Extension Mascara

PRÍSUR: 190 kr
KANN KEYPAST: Í The Body Shop

Hendan maskaran gav mær Bambieygu! Tað tekur eina løtu at leggja hana á, men hon leggur seg lætt og væl á vippurnar, og so gevur hon ógvuliga góða fyllu. Bustirnar eru góðar og tættar. Tær fara millum øll eygnahárini og geva eitt vakurt úrslit. Hesa kann eg viðmæla til allar, ið ynskja sær langar og flottar vippur. Hon heldur allan dagin og náttina við – og drússar ikki.

GERANDIS-GLAMOUR

NAVN: Make Up Store – Multi Lash

PRÍSUR: 125 kr
KANN KEYPAST: Hjá Make Up Store

Maskaran er løtt at smyrja á og gevur ógvuliga fínar og natúrligar vippur, hetta tí bustin er gjørd av gummi. Hon er perfekt til gerandissminku hjá tær, sum ynskir vippur, sum síggjast men eru næstan uttan maskaru. Hon er vælegnað til at byggja vippurnar upp við, soleiðis at tú sjálv lætt kann stýra, hvussu nógv skal á vippurnar. Hon heldur væl allan dagin og dryssar als ikki.