Zig zag hárbandið er aftur
Móti
Zig zag hárbandið er aftur
Øll rák koma aftur hoyra vit javanan - hesaferð er tað zig zag-hárbandið, sum var væl umtókt í 00'unum, um vit also fylgja rákinum frá London Fashion Week heyst/vetur 2022.
Eftir: Vár Jacobsen Mynd Veitari 12.09.2022

Elastiska hárbandið var bæði praktiskt og pent, og var nýtt til at geva hárinum eitt slætt og snøgt look framman. Síðani kundi tú lata lokkarnar hanga ella seta teir upp í ein topp ella hestahala. Tó verður hárbandið neyvan at síggja saman við tunnum eygnabrúm, buksunum við lágari talju ella stóru oyralokkunum, sum vit annars kenna aftur frá 00’unum.

Í kendu sjónvarpsrøðini Euphoria sæst hárbandið í nýggjum hami. Sjónleikarin Alexa Demie hevur leyst hár og nýtir hárbandið at leggja fremstu lokkarnar slættar, og tað gevur hárinum tað eyðkenda zig-zag sniðið.

Á TikTok eru hópin av hugskotum til at stíla hárið við zig zag hárbandinum. Og ja, um vit fylgja rákinum frá London Fashion Week, so er at finna gamla hárbandið framaftur.




Viðkomandi greinar