Beinta Poulsen: – Eg saknaði nærsambandið við kvinnuna, ið keypir klæðini
8 myndir
Beinta Poulsen: – Eg saknaði nærsambandið við kvinnuna, ið keypir klæðini
Eftir: Sólju av Skarði í samstarvi við EINSTAKT 12.06.2026

Føroyska klædnamerkið EINSTAKT hevur í meira enn 20 ár sniðgivið klassisk klæðir til hennara. Tað byrjaði undir navninum Soul Made. Kvinnan handan EINSTAKT er Beinta Poulsen úr Havn. Vit hava verið á gátt í hugnaliga handlinum í miðbýnum í Havn, har vit hava prátað við Beintu um fyritøkuna, klæðini og mótan, vinnuna, burðardygd og slow-fashion. Og hvussu tað var at flyta heim til Føroya sum sjálvstøðug vinnurekandi í eini harðari vinnu við nógvari ferð, har hon hevur loyvt sær at steðga á, merkja eftir og menna fyritøkuna so javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív.

”Set teg bara her,” sigur Beinta, meðan hon førkar nakrar troyggjur av bonkinum og rættir mær ein kaffimunn.

Vit sita í fitta og snøgga handlinum hjá EINSTAKT í Niels Finsens gøtu 10 í Havn. Kring okkum eru klæðir; sveimandi løtt bundin pløgg, tjykkri opnar troyggjur úr føroyskari ull, síðir elegantir frakkar, blusur, buksur, niðurdeilar, skjúrtur og ymiskt tilhoyr. Eisini er eitt úrval av troyggjum og blusum til mannfólk og børn, umframt ymiskt til heimið. Sniðini eru øll bæði klassisk og modernað, samstundis sum tey eisini eru tíðarleys - og einstøk.

Og tað er ikki uttan orsøk, at sniðini hjá EINSTAKT eru tíðarleys.  Burðardygd hevur nevniliga stóran týdning fyri Beintu og við at framleiða tíðarleys klæðir í góðari góðsku, arbeiðir EINSTAKT tilvitað ímóti “fast-fashion” mentanini, ið leggur upp til allatíðina at keypa nýtt, skifta út og blaka burtur. Tey seymaðu klæðini  eru í flestu førum framleidd við rest-toyi (en. leftover fabric /deadstock fabric) frá størri mótahúsum, tað vil siga toyi, sum annars hevði farið burtur. Og tað eru føroyskar bindikonur, ið binda bundnu pløggini.

Eitt altjóða brand

Innan føroyska sniðgávu, er EINSTAKT vorðið eitt integrerað klædnamerki, men áðrenn ævintýrið í Føroyum av álvara byrjaði, hevði Beinta Poulsen longu havt eina hendingaríka karrieru á altjóða mótapallinum.

– Eg plagdi at renna runt eftir brúgvasteinunum í Keypmannahavn í høghælaðum skóm, minnist Beinta flennandi á.
– Tað var eitt annað lív. Ferðin var høg, og eg var har, tú skuldi vera innan mótaheimin… vikuliga í Alt for Damerne, eisini í ELLE, Bazar, L'Officiel, Cosmopolitan, ja allastaðni. Eg hevði handil tað fyrsta árið, men so skjótt eg fór á messur og byrjaði at fáa ordrar inn, bleiv tað ov nógv. Fyrst seymaði og bant eg alt sjálv, men so fekk eg produktiónssølu. Og tað vóru nøkur ár, har eg bara arbeiddi í heilsølu, og seldi til handlar, luttók á messuni í Keypmannahavn tvær ferðir um árið í nógv á, og var eisini á messum í Amsterdam, Berlin og Tokyo. Eg hevði showrúm í USA, Hollandi og Írland. Klæðini hava verið seld í eini 20 londum, eg havi havt útstillingar, mótashow í Eiffel torninum í París.

Eg rann við resinum fyri at vera við í mótavinnuni

– … eg havi prøvað alt tað. Eg rann við resinum fyri at vera við í mótavinnuni. Men tað føldist ikki burðardygt, hvørki fyri umhvørvið ella meg sjálva persónliga, greiðir Beinta frá.

Myndir av klæðum hjá EINSTAKT (tá Soul Made) úr ymiskum mótabløðunum o.ø. árini 2005-2008; Cover, Copenhagen Fashion Week, Bazaar, Alt for Damerne, Femina.

Í 2014 luttók Beinta / Soul Made í forkunnuga mótashowinum J Autumn Fashion Show í Eiffeltorninum París. Til høgru stendur Beinta saman við model og fyriskipara av mótashowinum, Jessica Minh Anh.

Longdist heim

Eftir fleiri ár í mótavinnuni og høgu ferðini, har hon av álvara fekk altjóða viðurkenning, tók Beinta eina djarva avgerð um at flyta heim til Føroya, haðani hon er ættað og uppvaksin.

Tá hon var komin heim til Føroya seldi hon at byrja við í Østrøm og hevði pop-up handil, men eftir eitt ár heima, lat hon egnan handil upp í Tróndargøtu. Fyrstu árini hevði hon bæði handilin í Føroyum og luttók á messum og hevði seljarar uttanlands. Men so við og við tordi Beinta betur at gera tað minni, og eftir Korona farsóttina, gavst hon heilt við at vera við á messum og hava seljarar uttanlands.

– Resið í mótavinnuni føldist ikki burðardygt við tveimum kollektiónum um árið. Og um tú ert í einum showrúmi, so krevja seljarar, at tú allatíðina hevur okkurt nýtt, sum tey kunnu selja. Hetta er hinvegin burðardygt upp á allar mátar. Bæði fíggjarliga og í mun til arbeiðsbyrðu. Sjálvandi havi eg enn freistir og skal tryggja mær, at eg havi nóg mikið av vørum til summarið og jóla. Men tað er ikki allatíðina og á øllum frontum.

Tíðarleys snið eru í tráð við “slow-fashion” hugsjónina, og til dømis eru fleiri av sniðunum hjá EINSTAKT fleiri ára gomul og verða tikin fram aftur.

– Til dømis hesin, Olivia, hann varð sniðgivin fyri meira enn 10 árum síðum.  Skye Aurelia (Supermodel og singer songwriter) var í honum á mótamessu í NY í 2024, greiðir Beinta eldhugað frá.

Føroyska kvinnan stóran týdning

Spurd hvaðani hon fær íblástur, svarar Beinta:

–Íblástur kemur úr føroysku náttúruni, siðvenju okkara við binding og teimum gomlu bindimynstrunum. Og ikki minst at gera tað tíðarleyst heldur enn at fylgja rákinum. Eg sniðgevi ikki til nakran ávísan. Tá ið eg sniðgevi, hugsi eg meira um at tað skal passa inn í hvørji vit eru, og at tað er ein reyður tráður gjøgnum EINSTAKT; tað skal vera í tráð við hvat vit standa inn fyri sum brand: høg góðska, gott hondverk og góður passformur - og burðardygt í so stóran mun sum gjørligt.

- Tær føroysku kvinnurnar, og fyri sovítt eisini menninir, eru kundar, eg elski at selja til. Eg blívi bæði glað og stolt, tá ið eg síggi tey í klæðunum ella hoyri hvussu glað tey eru fyri pløggini. Tann føroyska kvinnan hevur stóran týdning fyri EINSTAKT og eg virðismeti hana høgt, tí hon ger tað gjørligt hjá mær at gera tað, sum eg elski - at hava umlagt mítt virki til eitt mótrák móti mótaheiminum og hava eitt burðardygt univers her í Føroyum…

Og hóast Beinta hevur sett ferðina niður og minkað um framleiðsluna, so fær EINSTAKT enn viðurkenning uttanlands. Fokusið er tó ikki longur at røkka so langt út sum gjørligt, men at halda tað autentiskt og geva kundanum søguna og universið hjá EINSTAKT. Tey fólkini, sum so uppdaga brandið, tey kunnu koma eftir tí.

Feels like coming home… tað ljóðar sum ein cheesy countrysangur, eg veit. Men tað er eitt sindur tað, sum tað er...

– Feels like coming home… tað ljóðar sum ein cheesy countrysangur, eg veit. Men tað er eitt sindur tað, sum tað er, fortelur Beinta, ið við at tora at flyta heim og loyva sær at steðga á og endurhugsa, hvat hon ynskti við EINSTAKT, hevur megnað at skapað sítt egna lítla, trygga og autentiska univers. Eitt univers við beinleiðis sambandi millum sniðgeva, bindikonur og kvinnuna, ið keypir klæðini.

Myndir
8 myndir

Handilin hjá EINSTAKT í Niels Finsens gøtu 10 í Havn. Mynd: AURA MYNDIR

Handilin hjá EINSTAKT í Niels Finsens gøtu 10 í Havn. Mynd: AURA MYNDIR

Umframt hondbundin pløgg hevur EINSTAKT eitt fjølbroytt úrval av ymiskum seymaðum klæðum. Grøna poloskjúrtan og gráu stuttbuksurnar eru úr 100% ull.

Stuttbuksur

Poloskjúrta

Umframt hondbundin pløgg hevur EINSTAKT eitt fjølbroytt úrval av ymiskum seymaðum klæðum. Grøna poloskjúrtan og gráu stuttbuksurnar eru úr 100% ull.

Stuttbuksur

Poloskjúrta

Hóast kvinnan er høvuðsmálbólkurin hjá EINSTAKT, er eisini eitt úrval av troyggjum til mannfólk, umframt ymiskt til børn og heimið.

Opin mannfólkatroyggja

Ullintar langbuksur

Hóast kvinnan er høvuðsmálbólkurin hjá EINSTAKT, er eisini eitt úrval av troyggjum til mannfólk, umframt ymiskt til børn og heimið.

Opin mannfólkatroyggja

Ullintar langbuksur

EINSTAKT er kent fyri síni klassisku, femininu og tíðarleysu snið - tó altíð við onkrari detalju, ið ger plaggið einstakt.

EINSTAKT er kent fyri síni klassisku, femininu og tíðarleysu snið - tó altíð við onkrari detalju, ið ger plaggið einstakt.

Dagunn niðurdeilur frá EINSTAKT í Harper’s Bazaar Vietnam. Mynd: Amanda Motta @amandamottaphoto

Niðurdeilur

Dagunn niðurdeilur frá EINSTAKT í Harper’s Bazaar Vietnam. Mynd: Amanda Motta @amandamottaphoto

Niðurdeilur

Mona vestur frá EINSTAKT. Elle Slovenia. Mynd: Amanda Motta.

Mona vestur frá EINSTAKT. Elle Slovenia. Mynd: Amanda Motta.

Gunnvá blusa í Glamour Bulgaria. Mynd: Rutvik Katuri.

Gunnvá blusa í Glamour Bulgaria. Mynd: Rutvik Katuri.

Stella troyggja frá EINSTAKT í VIGOUR Magazine. Mynd: Reem Yaf.

Stella troyggja

Stella troyggja frá EINSTAKT í VIGOUR Magazine. Mynd: Reem Yaf.

Stella troyggja