Festivalmótin á G! bjóðar djarvar og ósmædnar samansetingar
19 myndir
Festivalmótin á G! bjóðar djarvar og ósmædnar samansetingar
Eftir: Anniku Kunoy Im 15.07.2023

Hóast veðurgudarnir lovaðu regn og aftur regn í dag, leygardagin, á G! hevur veðrið uppført seg heilt hampiligt. Tað hevur verið samdrigið og sirmað av og á, men eisini turt fleiri løtur.  Hýrurin í Syðrugøtu í dag tykist ikki at vera ávirkaður av vánaligu veður-útlitunum, tí hann hevur verið framúr góður, og festivalgestir hava hugnað sær til barnatiltak, í heitu pottunum og í havinum millum spennandi konsertirnar. Seinni í út á kvøldið regnaði illa, og fleiri og fleiri regnjakkar myndaðu mótamyndina.

Enn ein dagur við fleiri forvitnisligum og inspirerandi klædnasamansetingum á gøtuni, og festivalmótin hevur ikki skuffað. Her fært tú eitt sneak-peek.

Myndir
19 myndir