23 myndir
Gøtumóti: Føroysk klæðir á ólavsøku
Havin er veitsluklødd, sólin hevur dansað yvir høvðusstaðnum bæði ólavsøkuaftan og tað mesta av ólavsøkudegi. Nógv fólk hava leitað sær á ólavsøku í ár, og føroysku klæðini hava sett sín heilt serliga dám á tjóðarhátíðina. Og aftur í ár vóru føroysku klæðini at síggja í nógvum ymiskum samansetingum.