Hesir tríggir trendirnir fara at seta sín dám á 2025
3 myndir

Eftir: Anniku Kunoy Im 02.02.2025

Modellirnar hava gingið síni seinastu fet á vøkru catwalkunum, og Copenhagen Fashion Week A/W 25 er nú endað, og tað er harvið eisini greitt, av vit seinni í ár kunnu byrja at siga djóramynstrin og polkaprikkum farvæl og bjóða einum øðrum - rættiliga markantum mynstri, ið sæst allastaðni - vælkomið.

Myndir
3 myndir

Mynd: Copenhagen Fashion Week
Sniðgevi: Vibskov

1. PUNTAR AV ALSKINS SLAGI

Eitt av sterkastu mótarákunum - ið sást aftur og aftur í mótavikuni - var eitt kent mynstur, sum sær út til at fara at dominera mótaheimin seinnu helvt av 2025: nevniliga puntar.

Hvussu tú velur at brúka puntar, verður upp til tín, men tað er næstan heilt vist, at tú ikki sleppur undan teimum.

Puntar vóru at finna í næstan øllum kollektiónunum. Caro Editions brúktu puntar sum eitt grundelement í sínum jakkum og hattum, meðan Munthe nýtti teir sum elegantar smálutir. Hjá Baum und Pferdgarten vóru stórir puntar at síggja á smáum ballon-kjólum.

Mynd: Copenhagen Fashion Week,
Sniðgevi: Won Hundred

2. GRUNGE OG NIRVANA

Á fleiri mótasýningum vóru greiðar ábendingar um, at Nirvana-frontmaðurin, Kurt Cobain, enn hevur ávirkan á mótaheimin.

Modellir fyri streetwear-merkið, Alis, gingu sýningina við ternuttum skjúrtum um miðjuna og í klassiskum hvítum, retro-solbrillum, eins og tær, ið Cobain sjálvur brúkti í 1992.

Hjá Deadwood sóust slitnar t-shirts útyvir langermaðar blusur, og Won Hundred hevði latið teirra modellir í stórar, heitar troyggjur, júst sum tær, vit minnast, at Kurt Cobain gekk í.

Sniðgevi: Munthe

3. EITT SINDUR AV FLOWER POWER

Hóast 80-ini og 90-ini gjørdu nógv um seg alla mótavikuna, var eisini týðiligt, at veikleikin hjá fleiri sniðgevum fyri 70-unum ikki helt er steðgaður.

MKDT Studio hevði skjúrtur við stórum 70-ára inspireraðum kragum, Munthe vísti romantiskar boho-kjolar við vøkrum blondum, og The Garment hevði flott brúnt rísinskinn.

Alt bendir á, at lekkri 70-ára mótin heldur á at dominera komandi tíðina.