Jórun Gudmundsen "Hárið er mítt besta tilhoyr"
4 myndir
Jórun Gudmundsen "Hárið er mítt besta tilhoyr"
Eftir: Ingrid Bjarnastein 06.03.2023

Jórunn Gudmundsen er 29 ára gomul. Hon er útbúgvin innan skrivstovu og leiðslu og starvast í dag sum marknaðarleiðari í samtakinum hjá RD Group. Her eru hennara vakurleikavanar

Um morgunin..

Meðan ketilin kókar, drekki eg eitt stórt glas av vatni, taki vitaminir og síðani fái eg mær havragrýn við mjólk og mandlum og ein stóran drekkamunn afturvið. Ofta brúki eg umleið ein hálvan tíma til morgunmat, tendri stearinljós og njóti morgunin. Meðan eg geri meg klára, tendri eg tónleik, dansi eitt sindur, finni mítt outfit til dagin og seti tað saman við skóm og jakka. Síðani brúki eg hægst 5-10 minuttir uppá at leggja makeup.

Eg elski at pynta meg, at seta klæðir saman og at finna detaljuna, ið gevur outfittinum okkurt serligt. Eg haldi, at hendan kenslan, sum eg fái um morgunin, setur støði fyri allan dagin, og fari eg ofta inspirerað, væluppløgd, mett og peppað út til dagsins verk orsakað av tí sama.

Hárið plagi eg... 

Hárið er mítt besta tilhoyr. Eg kenni meg hepna at vera vælsignað við góðum hári, og kann eg tí hava sítt hár niður á lendarnar. Eg brúki ongar serligar vørur til hárið og geri lítið við tað. Tó lati eg vera við at føna og greiða hárið, meðan tað er vátt, tí tað slítur. Eisini royni eg at skifta ímillum at hava tað leyst, í hala, toppi, flættu o.s.fr. Eitt, sum eg brúki, er turr-shampo, serliga av bíliga merkinum Batiste – Dry Shampoo og viðhvørt eina olju frá Schwarzkopf, ‘Gliss – hair repair’, fyri at fáa hárið at skína.

Mín gerandissminka og veitslusminka

Eg kenni ikki nógv til sminkumerkir og brúki við gleði okkurt frá HM, Bónus ella FK, so leingi tað hevur tann virknaðin, sum eg ynski mær. Eg kann væl fara út uttan sminku, men haldi, at eg tykist eitt sindur betur uppløgd fyri onnur, um eg havi smurt mær. Mín gerandissminka er ofta ein brúnligur eygnaskuggi, maskara, kinnareytt og varrastift, og so tekni eg eygnabrýrnar eitt sindur. Um eg eri í myrkum klæðum, dámar mær væl at leggja lit ella glitur á eyguni, men av tí at eg ofta eri í litríkum klæðum, velji eg at hava sminkuna meira niðurtónaða.

Harafturímóti er mín veitslusminka ofta eitt sindur villari. Tá dámar mær væl at gera meira burturúr, at leggja ein ella fleiri litir á eyguni, at líma diamantar og glitur á húðina og annars at vera kreativ.

"... mín veitslusminka ofta eitt sindur villari. Tá dámar mær væl at gera meira burturúr, at leggja ein ella fleiri litir á eyguni, at líma diamantar og glitur á húðina og annars at vera kreativ.

Húðina røkti eg... Eg havi onga fasta rutinu. Eg brúki Waleda Skin Food Light sum dagkrem og eitt náttkrem frá Matas áðrenn songartíð. Eg syrgi fyri at hava reina húð, og eg haldi tað vera gott fyri húðina á mær, at eg ikki brúki brúnkrem, og at eg hvørt kvøld vaski andlitið við reinsikremi. Viðhvørt brúki eg eina skrubbimasku ella vætumasku, og av og á eina JorgObé peel off masku, ið reinsar porurnar, og so kemur tað eisini fyri, at eg brúki eitt eygnakrem frá Matas. Um veturin brúki eg ofta eitt dagkrem, eisini frá Matas, við eitt sindur av liti og um summarið eitt dagkrem við faktori 15 í.

Heilsa... 

Eg gangi sera høgt upp í heilsu, bæði likamliga og sálarliga, og tí njóti eg væl av. Eg elski at íðka, og tað geri eg umleið fimm ferðir um vikuna upp á nógvar fjølbroyttar mátar, bæði við at renna, súkkla, lyfta vektir og ganga í haganum. Um veðrið er gott, eri eg ofta úti, og eg royni altíð at fanga allar sólstrálurnar, ið eg yvirhøvur kann. Kostin gangi eg eisini høgt uppí, og eti eg nógv frukt og grønt, velji altíð fullkornsrís, -pasta og -breyð, etið lítið kjøt og drekki nógv vatn. Tó skal sigast, at eg eisini eti alt tað ósunna, sum eg havi hug til. Eg eti, tá eg havi hug, og so nógvar máltíðir, sum eg vil.

Hetta fái eg ikki verið fyriuttan... 

Haldi ikki, at tað er nakað vakurleikaprodukt, sum eg ikki fái verið fyriuttan. Tó er ein tannbust altíð góð at hava nærhendis.

Í míni tasku/sminkupungi finnur tú altíð... 

Í mínari tasku er altíð ein fløska av vatni, okkurt pappír at skriva á, ein pennur, ein lítil krukka við mandlum, airpods, ein lítil parfuma, linsur, feittstift og lipliner.

Eg viðmæli... 

Øllum at fara út at sóla sær, so skjótt sólin er frammi, um tað ber til. At flyta arbeiðið útum, at gera skúlating uttanfyri, at fáa børnini við útum at spæla, at eta uttanfyri og yvirhøvur at gagnnýta allar sólstrálurnar, ið koma á okkara leið. Tað er so gott fyri okkara sálarligu heilsu at fáa vitaminirnar, ið sólin gevur. Um tú ikki gert ein ‘innsats’ fyri at njóta sólina, so er lætt at grenja um veðrið í Føroyum. Eg liggi á altanini frá apríl til september, tá tað er sól, og eg haldi, at vit hava eitt fantastiskt summar í Føroyum. Tað er onkur løta við sól minst annan hvønn dag hesar mánaðirnar – í øllum førum í Sandavági ;) – og tú skalt bara duga at fanga løtuna.

Myndir
4 myndir
<p>"Eg brúki Waleda Skin Food Light sum dagkrem"</p>

"Eg brúki Waleda Skin Food Light sum dagkrem"

<p>"Viðhvørt brúki eg eina skrubbimasku ella vætumasku, og av og á eina JorgObé peel off masku, ið reinsar porurnar..."</p>

"Viðhvørt brúki eg eina skrubbimasku ella vætumasku, og av og á eina JorgObé peel off masku, ið reinsar porurnar..."

<p>"Eitt, sum eg brúki, er turr-shampo, serliga av bíliga merkinum Batiste – Dry Shampoo"</p>

"Eitt, sum eg brúki, er turr-shampo, serliga av bíliga merkinum Batiste – Dry Shampoo"

<p>Olja frá Schwarzkopf, ‘Gliss – hair repair’, sum fær hárið at skína</p>

Olja frá Schwarzkopf, ‘Gliss – hair repair’, sum fær hárið at skína