Klædnaskápið hjá Marjuni Berg
Í klædnaskápinum hjá Marjuni Berg finnur tú klæðir av høgari góðsku og ofta róligar litir. “Tann klassiski stílurin passar væl til mín persón”, fortelur Marjun, tá vit vitja til eitt prát um estetikk, stíl og lívsgóðsku.
Hvat eyðkennir títt klædnaskáp?
Eg brúki ikki-larmandi og klassisk klæði í góðari góðsku. Ull, silki, leður og vistfrøðiligt bummull dámar mær væl. Hjá mær snýr tað seg um, at klæðini síggja gott út, og at tað kennist væl at vera í. Eg minnist, at tað var ikki óvanligt fyrr at leggja seg niður fyri at fáa snarlásið í buksunum upp, men nú aldurin er blivin hægri, er komfortin í hásæti – uttan at eg gangi í joggingklæðum hvønn dag. Mær dámar øgiliga væl at miksa tingini. Eg elski gamalrosa, vínreytt og beige, men ikki ov nógvar litir og mynstur. Tá eg keypi klæðir, royni eg altíð at hugsa um møguleikan at kunna dressa upp og dressa niður. At ein kjóli bæði kann brúkast við kovboybuksum og nylonsokkum. Tað er týðandi fyri meg.
Hvat er títt yndisplagg?
Tað skiftir. Men eg havi okkurt, sum eg havi gingið í leingi. Eg kann kanska nevna eina kashmir cardigan frá Day, sum byrjar at fáa hol nú – tað er ordiliga keðiligt. Og so eru tað mínar leður leggings, sum eg eri serliga glað fyri.
Hvar finnur tú íblástur til tín klædnastíl?
Eg brúki nógv Pinterest. Eg haldi, Instagram er alt ov ógvisligt. Og so lesi eg mótabløð og eygleiði fólk á gøtuni. Fái eisini íblástur frá døtrunum hjá mær. Vit kunnu eisini væl brúka klæðini hjá hvørjari aðrari.
Hvat hevði tú ongantíð farið í?
Mynsturmiks. Eg hevði følt meg skeiva og óruddiliga í mynstrum. Eg kann væl halda, at tað sær áhugavert, pent og kul út á øðrum, men tað riggar ikki til mín. Eg vil gjarna vera niðurtónað, tí tað eri eg eisini sum menniskja.
Skiftir tú ofta garderobuna út?
Klæðini hjá mær síggja kanska nýggj út, tí eg ansi væl eftir teimum, men sannleikin er, at summi pløgg eru øgiliga gomul. Ein skjúrta frá Bruuns Bazaar er til dømis 19 ára gomul. Eg ruddi út annaðhvørt ár, tí okkurt nýtt má koma inn. Tá selji eg til arbeiðsfelagar og kanska á loppumarknaði. Eg havi havt loppumarknað her heima saman við dóttrini. Tað var ordiliga stuttligt at skipa fyri.
Hvar keypir tú oftast klæði?
Klivin var avgjørt mín yndis fyrr, og nú hevur Bob & Marilyn’s fingið Bruuns Bazaar, so mær dámar væl at vera har niðri. Annars er tað Margerita, Gellan, Hvíthús og 2U, sum eisini hava nógv lekkur ting. Eg geri ikki impulskeyp. Eg kann kanska finna uppá at keypa okkurt í H&M, men eg veit bara, at eg virðismeti tað ikki ordiliga. Tað er illa seymað, og beinanvegin tú vaskar tað, so er tað bara keðiligt. T-shirtirnar verða skeivar og tráðir loysna. Tað ljóðar kanska snobbut, men í veruleikanum er tað bara tí, eg gjarna vil vera góð við tað, sum eg keypi mær.