Matas ger lýsingaátak, har myndirnar ikki verða viðgjørdar
Móti
Matas ger lýsingaátak, har myndirnar ikki verða viðgjørdar
Hyggur tú í mótabløð ella ferðast á sosialu miðlunum, so møtir tú einamest myndum av modellum, ið er viðgjørdar. Tí myndaviðgerð er vorðin ein fastur partur av mótamyndini, og fyritøkur brúka tøknina, til at slætta rukkur, broyta kropsburð o.a. fyri at skapa fullkomnu myndina av modellini. Men nú hómast eitt mótrák - kenda danska fyritøkan Matas er farin undir eitt lýsingaátak, har myndirnar ikki verða viðgjørdar, men vísa okkum natúrligan vakurleikan.
Eftir: Báru J. Kristoffersen Myndir Petra Kleis 11.09.2023

Tað er kenda danska myndakvinnan, Petra Kleis, ið millum annað hevur tikið myndir til Vouge Scandinavia, ið eigur óviðgjørdu myndirnar í Matas átakinum. Hon fegnast um uppgávuna, og hon er sannførd um, at hetta er eitt stórt stig á kósini móti betri sjálvsvirðing. Hon sigur, at tær modellirnar vit møta í mótaheiminum í dag, ikki eru veruligar kvinnur, men tær eru skapningar, ið eru hálv menniskju og hálv Photoshop (red. forrit til myndaviðgerð).

Sambært Janne Andersen, marknaðarstjóra hjá Matas, so er ein av høvuðsorsøkunum til lýsingaátakið, at tey ynskja at vísa menniskja sum menniskjan veruliga sær út, heldur enn eina glansmynd, ið ikki finnist í veruleikanum. Við lýsingaátakinum ynskir Matas at skapa vakrar, ektaðar og fjølbroyttar myndir, ístaðin fyri at stuðla snaraðum vakuleikahugsjónum.

Eitt rák kring heimin
Fyrrverandi danska stjórnin sendi inn eitt uppskot, um at allar viðgjørdar lýsingamyndir, skuldu stemplast við einum vørumerki, ið vísti at talan var um viðgjørda mynd. Hetta uppskotið fall tó burtur, tá stjórnin legði frá sær. Men í grannalandinum Noreg varð ein líknandi lóg sett í gildi 1. juli 2022. Í dag skulu allar lýsingar, ið eru myndaviðgjørdar, bera hetta vørumerkið, soleiðis, at serliga børn og ung gerast varug við, at fólkini á myndunum eru viðgjørd. Umframt strongu krøvini til lýsingavinnuna, eru somu krøv galdandi fyri norsku ávirkararnar (red. Influencer) á social miðlunum.

Kelda: journalisten.dk og forbrukertilsynet.no