Mótaprei við djóraprenti, stórum smúkkum, blondum og einum veti av fríksligum litum
Á vári byrja føroyingar at komu út úr vetrardvala, gera fleiri avtalur og hittast til fleiri tiltøk, ið geva høvi til at gera eitt sindur eyka burturúr sær sjálvari.
Hóast tað er ljósari, skulu nøkur eyka løg av pløggum á, áðrenn farið verður út um hurðina, tí føroyski mótin er í stóran mun tengdur at føroyska veðrinum. Tó kunnu fleiri løg gera settið meiri serstakt, fyri ikki at siga spennandi. Hóast tað helst er ein stílur í sjálvum sær, kann tað nevniliga vera torført at vísa tín persónliga stíl við bert einum toppi og buksum, enn við einum setti, ið er sett saman av fleiri pløggum – lag á lag.
Mótin júst nú er kulur og hugfloygdur við djóraprenti, stórum smúkkum, blondum og einum veti av fríksligum litum.
Ert tú forvitin um, hvar pløggini eru at finna, sí handilslistan í nýggjastu Kvinnu.