Mótavikan - Paris Fashion Week - í París er júst av, og tað er ein kend kvinna, ið veruliga gjørdi vart við seg hesa vikuna, tí hon manglaði okkurt, vit vanliga ikki síggja hana mangla - nevniliga sminku.
Tað sigur nógv um heimin, vit liva í, tá kjak og umrøða tekur seg upp orsakað av, at ein kend kvinna velur ikki at smyrja sær til eitt slíkt høvi. Men veruleikin er tann, at ein slík avgerð er ógvuliga tilvitað og rebelsk. Og tað er júst tað, sum er so kærkomið.
Avgerðin hjá Pamelu Anderson hevur tikið fleiri á bóli, tí blitsini úr mongu myndatólunum ikki akkurát eru fyrigevandi í frammanunda sterka ljósinum á fremstu røð til Fashion Week. Tí krevur tað eitt ávíst dirvi at ikki einans lata poknur, linjur og blettir á húðini vera ber til høvi, men at vita, at myndir av tær vera at síggja í alskins miðlum kring allan heimin.
Tað kemur tí væl við, tá ein kendis, sum Pamela Anderson jú er, tilvitað fer til eitt so stórt tiltak uttan sminku - serliga tá hon ger tað við sjálvs- áliti og treysti.
Pamela Anderson uttan sminku í París í vikuni
Pamela Anderson varð kend, tá hon spældi leiklutin sum C.J. Parker í sendingini Baywatch frá 1992-1997. Hon er eisini kend sum modell fyri blaðið Playboy.
Pamela fekk eisini nógva umrøðu, tá ein persónlig upptøka av intimari løtu millum hana og táverandi mannin, Tommy Lee, varð stolin 1995. Pamela Anderson og Tommy Lee vóru gift í trý ár og fingu tvey børn saman. Hann varð dømdur seks ára fongsulsrevsing fyri harðskap móti Pamelu.
Dokumentarurin, 'Pamela, a Love Story', kom út á Netflix í januar í ár, og í tí filminum sigur hon sína egnu buldraligu søgu fyri fyrstu ferð.