Prei til vármótan
8 myndir

Prei til vármótan

Eftir: Sadie Niclasen Myndir: Klara Johannesen 02.05.2024

Á vári byrja føroyingar at komu út úr vetrardvala, gera fleiri avtalur og hittast til fleiri tiltøk, ið geva høvi til at gera eitt sindur eyka burturúr sær sjálvum.
Hóast tað er ljósari, skulu nøkur eyka løg av pløggum á, áðrenn farið verður út um hurðina, tí føroyski mótin er í stóran mun tengdur at føroyska veðrinum. Tó kunnu fleiri løg gera settið meiri serstakt, fyri ikki at siga spennandi. Hóast tað helst er ein stílur í sjálvum sær, kann tað nevniliga vera torført at vísa tín persónliga stíl við bert einum toppi og buksum, enn við einum setti, ið er sett saman av fleiri pløggum – lag á lag.
Vármótin 2024 er kulur og hugfloygdur við djóraprenti, stórum smúkkum, blondum og einum veti av liti í fríksligum litum.

Ert tú forvitin um, hvar pløggini eru at finna, sí handilslistan í nýggjastu Kvinnu.

Myndir
8 myndir

Prei:
Buksurnar innanfyri kjólan kunnu geva tínum kjólasetti nýtt lív

Prei:
Buksurnar innanfyri kjólan kunnu geva tínum kjólasetti nýtt lív

Prei:
Um tú dámar tað ella ikki, so er djóraprent aftur blivið populert

Prei:
Um tú dámar tað ella ikki, so er djóraprent aftur blivið populert

Prei:
Fylg árstíðini við fríksligum litum og løttum ballerina skóm

Prei:
Fylg árstíðini við fríksligum litum og løttum ballerina skóm

Prei:
Kongablátt er ein av populeru litunum í 2024

Prei:
Kongablátt er ein av populeru litunum í 2024

Prei:
Klæðini til hagatúrin eru eisini kul á gongøtuni, tá tú setir tey saman við til dømis einum frakka ella kovboybuksum.

Prei:
Klæðini til hagatúrin eru eisini kul á gongøtuni, tá tú setir tey saman við til dømis einum frakka ella kovboybuksum.

Prei:
Leður buksur, leður jakkar, leður stivlar… Ja, leður sæst allastaðni í 2024-mótanum

Prei:
Leður buksur, leður jakkar, leður stivlar… Ja, leður sæst allastaðni í 2024-mótanum

Prei:
Tað skal helst ikki sita ov tætt, so keyp blazaran eina ella tvær støddir størri, so tú fært eitt oversized og avslappað look.

Prei:
Tað skal helst ikki sita ov tætt, so keyp blazaran eina ella tvær støddir størri, so tú fært eitt oversized og avslappað look.

Prei:
Blondur eru allastaðni at síggja í mótanum í ár

Prei:
Blondur eru allastaðni at síggja í mótanum í ár