Skógvarnir, tú skalt halda eyga við í 2024
5 myndir

Eftir: Sadie Niclasen Myndir: Klara Jacobsen 15.04.2024

Skógvar eru ikki bert ein praktikalitetur, tá ið tú skalt út um hurðina. Nei, tað kann geva einum klædnasetti bæði persónleika og stíl.

Tað, mær dámar væl við skóm er, at teir kunnu geva einum klædnasetti røttu javnvágina - um tú vilt gera settið eitt sindur fínari, íðan, tá far í einar stivlar ella høghælaðar; og vilt tú gera settið meiri avslappað, eru eitt par av sneakers júst tað, ið skal til. Ja, fótbúnaðurin er alt annað enn týdningarleysur.

Niðanfyri eru nøkur skógvapør, ið hóska væl til mótan í 2024…

Myndir
5 myndir

Føroyska útgávan av modernaðu ballerina skónum. Snøggir og fittligir skógvar, ið kunnu gera eitt sett eitt vet fínari, men tó ikki ov fínt.

Ballerina skógvar frá Svanhild kunnu keypast í Østrøm.

Um tú vilt fylgja skógvamótanum, sleppir tú ikki undan klassikaranum frá Adidas, ið enn einaferð er at síggja víða hvar. Í alskyns litum og fleiri modellum - Handball Spezial, Samba og Superstar.

Adidas skógvarnir kunnu keypast í The Athletes Foot og Intersport.

Fjallaskógvarnir hava gjørt innrás í norðurlendska mótan - teir eru ikki longur bert ætlaðir túrum í fjøllunum, men til alt, altíð, allastaðni. Fjallaskógvarnar eru góðir at ganga í, og harafturat gera teir settið kul og rátt, sum er ein stórur partur av 2024 rákinum.
Fjallaskógvarnir frá Lundhags kunnu keypast í Útirok.

Við ikki so høghalaðum skóm fært tú ta fínu effekttina, men sleppir undan at fáa ilt í føturnar, soleiðis at tú kanst reika runt, sum tær lystir.
Hesir sindur høghælaðu skógvarnir frá Deva Latte kunnu keypast í Margarita.

Um tað kennist sum ein ov stór avgerð at keypa einar heilt sprøklutar skógvar, íðan, vel tá heldur einar skógvar við uttanveltaðum liti – sum hvítt ella svart, men við litríkum smálutum. Tað gevur settinum meiri persónleika, men er ei heldur ov nógv.

Skógvarnir frá Nike kunnu keypast í Intersport.